Fótbóltur

Signe: Vit fara sjálvandi eftir tveimum sigrum

(Video/FSF Varpið): Høvuðsvenjarin hjá Føroyum sigur eisini, at at tað er torført at meta um, hvat Føroyar kunnu vænta sær av mótsstøðuliðunum..

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-10 10:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Høvuðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum gleðir seg til dystirnar móti Montenegro og Andorra, sum eru teir seinastu í hesari EM-undankappingini. Signe Pries Andersen leggur í samrøðu við FSF Varpið dent á, at Føroyar vilja enda væl.

Samstundis sigur hon, at tað er torført at meta um, hvat Føroyar kunnu vænta sær hesaferð. 

Fríggjadagin 12. juli klokkan 16:45 møtast Føroyar og Montenegro á Tórsvølli, og týsdagin í næstu viku spæla okkara kvinnur í Andorra. Hesa vikuna fyrireikar føroyska liðið seg í høvuðsstaðnum til hesar uppgávuna.

Føroyar hava tapt tríggjar ferðir móti Montenegro seinasta árini - tvær ferðir stórt - men vunnu 4-0 í dystinum móti Andorra 31. mai.

Í samrøðuni setur Signe Pries Andersen eisini orð á ein av nýggju spælarunum í hópinum: 18-ára gomlu Annu Carolina Brændstrup úr HB Køge í Danmark. Hon hevur áður gjørt um seg á føroysku ungdómslandsliðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder