HM í Suðurkorea fer í gongd sunnudagin, og í løtuni er føroyska toymi í Gwangju og fyrireikar seg til stóru og spennandi uppgávuna.
Teir tríggir úttiknu svimjararnir vóru allir við á Oyggjaleikunum í seinastu viku.
Svimjararnir eru:
- Signhild Joensen (2000), Ægir
- Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
- Alvi Hjelm (1996), Havnar Svimjifelag
Svimjing.com skrivar, at Signhild og Óli hava klárað ásettu kravtíðir til heimsmeistarastevnuna, meðan Alvi er úttikin afturat vegna góð úrslit í hesi svimjihálvu.
Ferðaleiðari er Lis Gøthe í Jákupsstovu, og Juan Jaime Arroyo Toledo er venjari hjá føroysku svimjarunum.
Formaðurin í svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, er eisini við á ferðini. Í samband við HM er aðalfundur hjá FINA í Gwangju í morgin, 19. juli.
Mánadagin skal Signhild Joensen royna seg sum tann fyrsti føroyski svimjarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald