Hondbóltur

Sigur á Spania og tvey stig við víðari

Tað gjørdist heldur spennandi seinastu løtuna, men sannførandi fyrri hálvleikurin og avgerandi atgerðir vóru nóg mikið til at koppa evropameistarunum og vinna HM-bólkin.

Ungu menninir fegnast við larmandi áskoðarunum um ein ein sigur í GETEC Arena (Mynd: Sverri Egholm)

Ungu menninir fegnast við larmandi áskoðarunum um ein ein sigur í GETEC Arena (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-23 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grundarlagið, ið føroyska U21-landsliðið legði fyri steðgin, vísti seg at verða ógvuliga týðandi. Seinni hálvleikur var samanlagt ikki si góður, hóast Føroyar leingi høvud tak á sponsku evropameistarunum.

Les um frálíka fyrra hálvleikin á leinkjuni her: Føroyar stýra fullkomiliga móti spaniólum

Føroyska álopsspælið misti av álvara luftina seinastu tjúgu minuttirnar. Munurin var framvegis 11 mál, og okkara høvdu skorað 28 ferðir uppá bert 40 minuttir. Næstu 13 minuttirnar skoraðu Føroyar bert trý mál. Martinez í spanska málinum  fekk veruliga tak á, Spania fekk eisini loyst føroyska yvirtalið betri - við millum annað at fara hægri á Elias á Skipagøtu - og teknisku villurnar og óvissan sníktu seg inn í føroyska spælið.

Føroysku spælararnir tyktust heldur móðir og merktir. Tíbetur gjørdi Spania sær ikki dælt av øllum mistøkunum, men tað gjørdist heldur spennandi seinastu løtuna, sum Spania otaði seg nærri. Verjan stóð ikki so væl, men avgerandi støður hjá Sveini Olafssyni og serliga Paula Jacobsen vóru við at halda muninum á 3-4 málinum seinastu løtuna.

Pauli varð kosin dagsins maður og hevði eisini nærum 40 prosent. Við sigrinum fáa Føroyar tvey stig við til høvuðsumfarið, sum verður í Hannover og byrjar sunnudagin. Føroyar skulu spæla móti Brasil og Portugal og vinna minst ein fyri at koma víðari til fjórðingsfinalurnar.

HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D 
Í dag, fríggjadagin 23. juni í GETEC Arena í Magdeburg

Føroyar - Spania 34-31 (21-10)

Dystargongdin:
5 min: 5-2
10 min: 10-3
15 min: 13-4
20 min: 17-6
25 min: 19-9
30 min: 21-10
35 min: 24-13
40 min: 28-17
45 min: 30-20
50 min: 31-25
55 min: 33-29

Føroyskir málskjúttar:
Hákun West av Teigum 8 (1)
Ísak Vedelsbøl 8
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (1)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Pauli Mittún 3
Sveinur Olafsson 1
Bjarni í Selvindi 1
Pauli Høj 1

Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13
Pauli Mittún 5
Pauli Jacobsen 3
Sveinur Olafsson 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Hákun West av Teigum 1
Bjarni í Selvindi 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen: 19/48 =  39,5 prosent - Dagsins leikari
Aleksandar Sasha Lacok 1/1 (1) = 100 prosent

Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Spania: 11

Útvísingar:
Føroyar: 5
Spania:
3

Endaliga støðan í bólkinum: 
Føroyar 6
Spania 4
Japan 2
Angola 0


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder