Hondbóltur

Sigurin hjá H71 gevur afturljóð í Íslandi

Og Ísland hevur eitt umboð í fjórðingsfinaluni í somu kapping, ið hoyvíkskvinnur luttaka í. Tað er liðið, ið dóttir annan av H71-venjaranum og systur vinstra vonginum hjá H71 spælir við.

Maria Halsdóttir Weyhe skoraði heili 15 mál. Hetta er ikki hennara hægsta tal í kappingini fyri ein dyst - tað var móti Spono Eages í síðsta umfari - og landsliðsleikarin er bert 21 ár,  undirskrikar mbl.is (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Maria Halsdóttir Weyhe skoraði heili 15 mál. Hetta er ikki hennara hægsta tal í kappingini fyri ein dyst - tað var móti Spono Eages í síðsta umfari - og landsliðsleikarin er bert 21 ár,  undirskrikar mbl.is (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

2022-01-10 09:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- H71 úr Hoyvík er fyrsta føroyska liðið, ið er komið í eina evropeiska áttandapartsfinalu, og hevur nú ein góðan møguleika at koma víðari til fjórðingsfinaluna í kappingini

Soleiðis skrivaði Morgunblaðið á heimasíðu sínari í gjárkvøldið eftir at H71 hevði vunnið 39-38 í Serbia í gjár. Stóri islendski miðilin hevði hesa myndina sum høvuðsmynd:

[object Object]Mynd: H71 

Hesin hópurin hevur tvær ferð spælt seg víðari í evropeisku kappingini, og steypavinnararnar hava nú møguleikan at avgerða alt í Høllini á Hálsi leygardagin.

Morgunblaðið skrivar um, at føroyska liðið gjørdi um seg í Serbia, og serliga  Maria Halsdóttir Weyhe, sum skoraði heili 15 mál. Hetta er ikki hennara hægsta tal í kappingini fyri ein dyst - tað var móti Spono Eages í síðsta umfari - og landsliðsleikarin er bert 21 ár,  undirskrikar mbl.is.

Miðilin skrivar til seinast um hoyvíkskvinnur, at tær í fyrsta umfari fóru illa við WHC Cair Skopje við samanløgdum 78-53 sigri og síðani vunnu við samanlagt átta málum á Spono úr Sveis.

Sí eisini: 
H71 tryggjaði sær ein evropeiskan sigur afturat
Myndir: Naisa Nis - H71

Ingibjørg og ÍBV eru víðari 
Í vikuskiftinum fæst greiða á, um H71 aftur fer at skriva føroyska hondbóltssøgu. Greitt er tó, at eitt íslendskt lið er víðari til fjórðingsfinalurnar í EHF European Cup, og tað nevnir Morgunblaðið næstan sum eina fótnotu í greinini.

ÍBV og Sokol Písek úr Kekkia hava longu spælt báðar sínar dystir í áttandapartsfinalunum. Í dystinum á Vestmannaoyggjunum í gjár vann heimaliðið 33-29, og Ingibjørg Olsen skoraði eitt mál.

Tað, sum er serligt í hesum samanhanginum, er, at H71 og ÍBV kunnu møtast, og at í so fall skal Ingibjørg spæla móti yngru systurini, Rannvá, og pápanum Inga Olsen. Systurin spælir sum vinstri vongur hjá H71, og pápin er annar av venjaranum. 

[object Object]Ingibjørg Olsen flutti til Íslands í summar og hevur seinastu mánaðirnar spælt í bestu íslendsku deildini og eisini nakrar dystir í EHF European League. Harvið er familjan úr Vestmanna væl umboðaði í kappingini (Mynd: ÍBV)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder