
Í gjár var triðja meistarafinalan hjá kvinnum í Íslandi spæld. Hetta á Hlíðarenda í Reykjavík, har Valur kundi avgerða alt.
Liðið hjá Silju Arngrímsdóttir Müller hevði vunnið tvær tær fyrstu finalurnar, og mánakvøldið var eingin slingur í valsinum.
Valur var á odda 14-11 í steðginum og vann 30-25. Tað er "best av fimm" ella "fyrst upp í trý", og harvið er Valur íslandsmeistari triðja árið á rað.
Úrslitini í finalunum:
Valur - Haukar 30-28
Haukar - Valur 22-29
Valur - Haukar 30-25
Fagnaður á teimum í reyðum. Tær vunnu eisini European Cup herfyri (Mynd: handbolti.is)
Tað gekk ikki hjá mansliðið felagins, har Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi spæla. Valur tapti har allar tríggjar finalurnar.
Silja og tær endaðu við tveimum gullheiðursmerkjum. Fyri tíggju døgum síðani lyftir tær European up-steypið sum fyrsta íslendska kvinnuliðið nakrantíð - menninir vunnu tað í fjør.
Harvið var talan um eitt ógvuliga gott ár hjá liðnum, sum Ágúst Þór Jóhannsson var venjari hjá. Hann hevur áður vant Neistan og føroyska kvinnulandsliðið. Næsta ár skal hann standa á odda fyri monnunum hjá Vali.
Silja Müller hevur í stóran mun verið eykamálverji í ár. Hon kom ikki á vøllin í gjár - Hafdís Renötudóttir bjargaði tjúgu skotum og varð kosin besti spælari í finalurøðini. Kappingarneytin hjá unga føroyska málverjanum hevur havt eitt frálíkt kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald