Hondbóltur

Silja og Valur vunnu seg í European Cup-finaluna

Silja Arngrímsdóttir Müller kom inn eina lítla løtu og hevði tvær bjargingar uppá trý skot í seinnu hálvfinaluni, sum Valur vann 30-20.

Tað verður aftur minst eitt føroyskt umoð í einari evropeiskari finalu hetta kappingarárið. Silja Arngrímsdóttir Müller og Valur vunnu í kvøld greitt á Michalovce úr Slovakia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað verður aftur minst eitt føroyskt umoð í einari evropeiskari finalu hetta kappingarárið. Silja Arngrímsdóttir Müller og Valur vunnu í kvøld greitt á Michalovce úr Slovakia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-30 20:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var tað manslið felagsins, har strandingurin Allan Norðberg hevði sin leiklut. Í ár verður tað kvinnulið Vals, sum eisini hevur ein føroyskan landsliðsspælara í hópinum, ið skal spæla finalu í European Cup.

Silja Arngrímsdóttir Müller skifti síðsta summar úr Neistanum. 20-ára gamli málverjin hevur fyri tað allarmesta verið eykamálverji hjá Hafdís Renötudóttir. Hon hevur verið stinn í landskappingini, har Valur hevur vunnið grundspælið og í Evropa.

Í kvøld var Renötudóttir týðandi partur av trygga sigrinum í seinnu hálvfinaluni. Slovakiska Michalovce skoraði bert tjúgu mál í Reykjavík - Hafdís Renötudóttir hevði heili 19 bjargingar og tók helmingin av skotunum, tíðina hon stóð.

Silja slapp at spæla eina løtu móti endanum, og gjørdi hon eisini sítt: Trý skot ímóti og tvær bjargingar hjá málverjanum, sum skal vera við til HM play-off dystirnar móti Litava 9. og 13. apríl.

[object Object]
Silja Müller til landsliðsvenjing (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Valur var aftanfyri við tveimum málum eftir fyrru hálvfinaluna men lat í kvøld ongan iva vera um, hvør skal spæla um gullið í kappingini. Tað var 17-10 í steðginum, og tað endaði 30-20.

Eins og í hinum umførunum, er finaluumfarið í European Cup yvir tveir dystir: Ein heima og ein úti. Hesir dystirnir skulu Silja Müller og Valur spæla 11. og 18. mai. Hetta aftaná endaspælið í íslendsku kappingini.

Finalan verður móti spanska Conservas Orbe Zendal Bm Porrino.

European Cup er tann triðsterkasta evropeiska kappingin hjá EHF.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder