Føroyska ferðalagið er á nú ávegis til Uppsala í dag, har liðið skal møta Svøríki í morgin klokkan 17.30. Talan er um fyrsta dystin í hesari EM-undankappingini.
Sí eisini:
Spennandi avbjóðingar fyri framman hja a-landsliðnum
Myndir: Føroysku kvinnurnar fyrireika seg til fyrstu dystirnar í undankappingini
Ein broyting er gjørd í mun til upprunaliga hópin. Rakul Wardum, sum spælir í bestu donsku deildini, hevur fingið ein lítlan snudd, og verður hon tískil ikki við í Svøríki.
Hetta skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari fyrrapartin. Samstundis verður staðfest, at Rakul møguliga verður við til heimadystin móti Íslandi sunnudagin.
Landsliðsvenjararnir hava úttikið Silju Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum sum avloysara
- Silja er 19-ára gomul og hevur nógvar ungdómslandsdystir í skjáttuni, men er hetta hennara fyrsti A-landsdystur. Silja var ein av eyðsýndu leikarunum á U19-landsliðnum, sum stóðu seg væl í EHF Championship í summar.
Silja til EHF Championship í Litava í juli, har hon millum annað sendi Føroyar í finaluna við brotskastsbjarging (Mynd: EHF)
Sum Hondbóltssambandið skrivar, so hevur ungi málverjin víst dygdir á ungdómslandsliðunum, og Silja Arngrímsdóttir Müller stóð eisini væl fyri Neistan í evropeiskum dystum í síðsta mánaða.
Føroyar møta Svøríki á útivølli í morgin kl. 17.30, og talan verður um ógvuliga stóra uppgávu. Sunnudagin klokkan 15 er Ísland á skránni heimvølli. Atgongumerki til dystin kunnu fáast her.
Sí eisini samrøður úr landsliðsleguni:
Claus Mogensen: - Arbeiða fram ímóti at veruliga bjóða Íslandi av sunnudagin
Annika Fríðheim Petersen: - Vit eru til reiðar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald