Annika Fríðheim Petersen skifti í summar úr danska stórfelagnum NFH til norska uppflytaran Follo HK. Landsliðsmálverjin sigur við Portalin í dag, at umskifti hevur verið lætt, og at leikluturin í Noregi hóskar væl til hennara.
Annika viðurkennir, at uppgávan hjá føroysku kvinnunum í Svøríki hóskvøldið verður stór. Tó staðfestir 24-ára gamla hoyvíkskvinnan, at føroyska liðið avgjørt hevur sínar styrkir og kann spæla upp við Ísland sunnudagin á heimavølli. Talan er um fyrstu dystirnar í undankappingini til EM næsta ár.
Sí samrøðuna, sum varð gjørd eftir landsliðsvenjingina á Hálsi í dag, ovast.
Annika Fríðheim Petersen verjir fyri skotroynd (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Spennandi avbjóðingar fyri framman hja A-landsliðnum
Myndir: Føroysku kvinnurnar fyrireika seg til fyrstu dystirnar í undankappingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald