Oyggjaleikir 2023

Silvur til recurveskjúttar liðkapping

Taptu fyri Orknoyggjum í finaluni.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-11 19:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku bogaskjúttarnir fingu enn eitt silvurheiðursmerki í dag. Talan var um blandaðu liðkappingina head-to-head, har tvey og tvey lond kappast móti hvørjum øðrum fram til eina finalu.

Føroyska liðið í recurve kom heilt fram til finaluna, har tey máttu lúta fyri Gotlandi, sum vann gull, meðan Føroyar fingu silvur.

Á veg til finaluna vunnu Føroyar fyrst 2-0 á Falklandsoyggjum, síðan síðan 5-4 móti Guernsey í hálvfinaluni, meðan finaluúrslitið gjørdist 5-3 til Gotland í finaluni.

Compound skjúttarnir høvdu eina líknandi kapping. Her møtti føroyska liðið Orknoyggjum í fyrsa umfari, sum var fjórðingsfinalan, men orknoyingar vunnu 131-125 og so var føroyska liðið úti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder