Simon Olsen er settur sum høvuðsvenjari hjá U04 kvinnunum. Hann avloysir Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóra hjá HSF, sum var fyribilsvenjari.
Hetta upplýsir Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari í dag.
Simon Olsen og Mark Lausen-Marcher - tveir danir ið komu til H71, men sum nú báðir verða Hondbóltssambandinum til gagns. Mark hevur veirð í HSF í fleiri ár og er nú ítróttastjóri (Mynd: hsf.fo)
Simon Olsen hevur verið í føroyskum hondbólti síðani seint seinasta summar. 27- ára gamli danin er til dagliga venjari hjá mansliðnum hjá H71. Um Simon skrivar hsf.fo, at hann, hóast sín unga aldur, longu hevur nógvar góðar royndir sum venjari. Simon Olsen hevur millum annað staðið á odda fyri Aalborg DH í bestu donsku kvinnudeildini eitt skifti.
U04 kvinnur skuldu spæla European Open seinasta summar, men tað var avlýst vegna korona. Ístaðin spældu kvinnurnar tveir venjingardystir móti Ísland í Føroyum í august mánaði. Hesir dystirnir gjørdust sera spennandi. Føroyar vunnu fyrra dystin 24-23. Ísland tapti seinna dystin 23–21.
Ungu føroysku kvinnurnar fegnast eftir sigurin á Íslandi. Á hesum liðnum var millum annað spælskiparin Maria Pálsdóttir Nólsloy (uttast til høgru) ið fekk spælitíð í steypafinaluni hjá kvinnum herfyri.
Í august í ár skulu U04 kvinnurnar til Tbilisi í Georgia at spæla W17 Championship. Føroyar eru í bólki B við Serbia, Italia, Ísrael og Estlandi.
Hondbóltssambandið boðar frá, at Magni Thomsen heldur fram sum hjálparvenjari hjá árganginum, og Eyðun Jensen sum liðleiðari. Guðrið Geirsdóttir Eystberg er fysioterapeut, og í næstum verður málverjavenjari eisini settur. Kropsligi venjarin hjá HSF, Heri Ziska, er eisini í toyminum kring liðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald