Annað

Simone Biles skrivar søgu

Simone Biles er mest vinnandi fimleikarin í søguni.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-08 14:30 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Fríggjadagin varð kappast um heimsmeistaraskapið í amboðsfimleiki í Keypmannahavn. Amerikanski fimleikarin, Simone Biles, gjørdi bart, og fór avstað við øllum gullheiðursmerkjunum. 

Simone vann "all around" tittulin, sum inniber, at man er best á øllum teimum ymisku reiðskapunum. 

Hetta er sættu ferð, at Simone Biles vinnur hendan tittulin til HM. Eingin fimleikari hevur áður vunnið tittulin seks ferð, og tískil skrivar Simone Biles fimleika søgu, sum mest vinnandi fimleikarin í søguni. 

Simone Biles hevur verið burtur frá fimleiki í tvey ár vegna skaða, og tískil tók hon øll av bóli, tá hon fríggjadagin, enn einaferð, endurvann heimsmeistaraskapið. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder