Hann hevur áður spælt fyri EB/Streym, og fuglfirðingurin hevur sum venjari millum annað staðið á odda fyri ÍF, næstbesta mansliðnum hjá HB og seinasti verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum.
Nú hevur Símun Eliasen tikið av starvinum sum høvuðsvenjari hjá EBS/Skála. Talan er um ein eitt-ára sáttmála.
Fróði Reinert Petersen, formaður í EB/Streymi, Símun Eliasen og Ingi Hansen, formaður í Skála
EBS/Skála endaði í fjør aftast í Betrideildini, men talan er um eitt sera ungt lið. U18-liðið vann greipuna, og U15-liðið hjá Skála vann steypakappingina og endaði nummar tvey í landskappingini. Harvið tykist nógv at vera at byggja víðari uppá hjá Símuni. Í toyminum vera eisini Óli Ejdesgaard, Sunnuvá Vesturdal og Per Mikkelsen, sum í nógv ár hava arbeitt við kvinnu/gentusíðuni hjá Eb/Streymi og Skála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald