Hjá føroyameistarunum er alt við at koma uppá pláss til kappinginam sum burjar um tveir mánaðir. HB spældi í dag fyrsta venjingardystin, og tað endaði við 8-1 sigri á ÍF.
Ein av leikarunum ið kom á vøllin í Gundadali, var Símun Samuelsen. 33-ára gamli kantspælarin hevði eitt sera gott kappingarár í fjør. Hann endaði kappingina við 9 málum, sambært Faroesoccer. Harumframt legði hann upp til 8 mál, sambært bolt.fo. Í dag varð kunngjørt, at hann skrivað undir ein nýggjan sáttmála við HB
Heimasíðan hjá HB skrivar, at vágbingurin hevur spælt 216 dystir í reyðum og svørtum, síðani hann kom til HB í 2010.
Heimasíðan hjá HB skrivar eisini í dag, at Sebastian Pingel hevur longt sáttmálan við felagið.
Hann var ikki meira enn komin í gongd seinasta kappingarár, so gjørdist hann langtíðarskaddur. Hann var tó ein umráðandi partur av hópinum og er við at koma fyri seg aftur. 25-ára gamli Sebastian Pingel skoraði 11 mál í 29 dystum fyri HB í 2017.
Bæði Sìmun og Pingel hava gjørt eitt-ára sáttmála við føroyameistararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald