Í 2018 spældi als ikki orsakað av krossbandsskaða. Hetta var árið eftir, at málverjin av Sandoynni varð kosin til besta málverja í Føroyum eftir eitt gott árí NSÍ, har serliga eitt gott ogtrygt avrik í 1-0 sigrinum á júst B36 í steypfinaluni, stóð sterkt.
Tá gjørdist Símun Rógvi Hansen dagsins leikari - undan hesum kappingarárinum skifti hann til B36. Skaðin gjørdi, at Símun Rógvi ikki kom á vøllin fyrrenn síðst í mai, tá hann spældi fyri næstbesta liðið móti NSÍ.
32-ára gamli málverjin hevur spælt fýra dystir fyri næstbesta liðið. Í juni spældi Símun Rógvi tveir dystir í Betrideildini, og hann stóð seg væl. Men upp til Europa League dystirnar beint eftir hetta, fekk Símun Rógvi ikki heilt vant, og Hans Jørgensen hevur verið stinnur í ár.
Í gjár kunngjørdi B36, at partarnir hava gjørt nýggjan sáttmála. Símun Rógvi Hansen verður harvið eisini partur av B36-hópinum í 2020 og 2021, har hann helst fer at fáa ein størri leiklut á besta liðnum.
Fótbóltur
Símun Rógvi heldur fram í B36
Ársins málverji í 2017 hevur bert leikt tveir dystir í Betrideildini í ár - nú hevur hann skrivað undir nýggjan tvey-ára sáttmála við B36.
Símun Rógvi, her í dysti móti sínum gamla felagið NSÍ í juni (Mynd: Bjarni Enghamar)
2019-09-27 12:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald