
Havnar Bóltfelag hevði sín aðalfund í gjár, har tey vanligu tingini vóru á skránni.
Eitt var nevndarval. Tríggir limir stóðu fyri vali. Av teimum tóku Lars Müller, næstformaður, og Finn Jensen, kassameistari, við afturvali.
Tað gjørdi Símun Samuelsen ikki. Vágbingurin, sum í fleiri ár spældi og vann steyp fyri felagið, kom í nevndina í 2023. Sìðani hevur Símun virkað sum eitt slag av ítróttarstjóra og í fleiri førum úttalað seg vegna HB.
Nú hevur hann valt at takkað fyri seg í nevndararbeiðnum, men sum skilst verður Símun tó kortini nógv íblandaður, í mun til ítróttarliga partin hjá besta mansliðnum.
Símun Samuelsen á aðalfundinum. Hann takkaði fyri seg sum nevndarlim á hesum sinni (Mynd: Havnar Bóltfelag)
Avgjørt var við hesum at lækka talið av starvsnevndarlimum úr sjey niður seks. Í skipan er nevndin óbroytt:
Niclas Joensen, Anna Falkenberg og Gunnar Justinussen komu í nevndina í Havnar Bóltfelag fyri einum ári síðani.
Ransin Napoleon Djurhuus fer nú undir sítt triðja ár sum HB-formaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald