Fótbóltur

Símun Sólheim longt sáttmálan við tveimum árum

21-ára gamli hoyvíkingurin hevur í 2022 spælt 36 dystir fyri B36, ið hann skifti til síðsta vetur. - Eg haldi eisini, at B36 er tað rætta felagið fyri meg, tí her eru góðir møguleikar at mennast, bæði á vøllinum og uttanfyri.

Símun Sólheim í dysti fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Símun Sólheim í dysti fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-10 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum heilt ungur spældi hann í felagnum, áðrenn leiðin gekk til HB, Brøndby, aftur til HB, til EB/Streym og síðani aftur til B36.

Nú 21-ára gamli hoyvíkingurin spældi fyri tað mesta sum høgri bakkur hjá B36 síðsta kappingarár, har talan gjørdist um 36 dystir. Millum annað spældi Símun Sólheim í øllum seks Europa Conference League-dystunum, har B36 kom víðari tvær ferðir. 

Í gjárkvøldið kunngjørdi B36, at felagið og Símun hava longt samstarvið: 

- Fyri meg var tað ein løtt avgerð at leingja sáttmálan, tí eg haldi tað er fantastiskt at vera partur av einum felagi, ið hevur so nógv dugnalig fólk rundan um seg. Samstundis haldi eg eisini, at B36 er tað rætta felagið fyri meg, tí her eru góðir møguleikar at mennast, bæði á vøllinum og uttanfyri.

[object Object]
Símun í Conference League-dysti móti Viborg á Tórsvølli í summar (Mynd: Sverri Egholm)

Talan er um ein tvey-ára sáttmála.

- Eg havi valt at longt sáttmálan heilt til 2024, tí tað er her eg vil vera, og tískil kendist tað rætt

B36 endaði á fjórða plássið í 2022 og vann sær harvið aftur rættin til evropeiskan fótbólt, men Símun Sólheim og felagið vilja meira: 

- Vónirnar fyri 2023 eru góðar. Málið er at koma longur upp á stigatalvuna at kappast, har sum tað er stuttligt at vera, og har sum B36 eisini eigur at vera.

Samanlagt hevur miðvallarin, ið nú spælir meira sum bakkur, spælt 82 dystir í Betrideildini. Hann breyt ígjøgnum í EB/Streymi. Samanlagt hevur Símun, ið er kvikur á fótum og góður tekniskt, skora níggju mál - eitt fyri B36 og tað var móti júst EB/Streymi.

[object Object]
Hann hevur spælt á øllum U-landsliðunum og var á vøllinum í øllum dystunum hjá føroyska U21-landsliðnum í síðstu undankappingini, ið var væleydnað (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder