
18-ára gamli miðvallarin var við í hópinum hjá besta liðnum hjá HB 28 ferðir í fjør. Hann var tó bert á vøllinum tríggjar ferðir.
Símun Sólheim kom heim aftur til HB á sumri í 2018 eftir eitt í ungdómsdeildini hjá Brøndby. Nú fer hann møguliga at royna seg í øðrum føroyskum felagið.
Símun spældi allar 90 minuttirnar á álopskenda miðvøllinum hjá EB/Streymi í venjingardysti í Sarpugerði í dag. Hann váttar fyri Portalinum, at hann hevur vant við EB/Streymi síðani týsdagin, og at har er ein møguleiki fyri at halda fram við tí.
Símun Sólheim hevur ikki sáttmála við HB fyri 2020.
Fyrr í vikuni kunngjørdi EB/Streymur at 20-ára gamli Hjalti K. Djurhuus er komin úr HB.
Víkingur vann venjingardystin í Sarpugerði, har Gunnar Vatnhamar, eins og í fyrsta VFF Cup-dystinum á Skála, gjørdist tvífaldur málskjútti. Niklas Kruse hevði annars lagt EB/Streym á odda. Tonni Thomsen skoraði til 3-1 í 2. hálvleiki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald