Legendariski fyrrverandi venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, untist ikki at síggja fyrrverandi lið sítt, Manchester United, vinna spennandi grannauppgerðina móti Liverpool á Old Trafford í gjár.
Sir Alex er annars fastur og fúsur á áskoðaraplássunum til heimadystirnar hjá United. Men í gjár gjørdist hann illa fyri stutt áðrenn dysturin skuldi byrja. Heilsustarvsfólk á leikvøllinum kannaðu fyrrverandi venjaran, og tóku avgerð um at flyta hann á sjúkrahús.
Sostatt upplivdi fyrrverandi venjarin ikki, at síggja Kobbie Mainoo skjóta sigursmálið til 3-2, og leggja seg seks stig framman fyri Liverpool í stríðnum um triðja plássið í kappingini.
Í dag skriva enskir miðlar, at Sir Alex Ferguson hevur tað betri.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at nú 84 ára gamli Ferguson hevur havt heilsutrupulleikar. Í 2018 varð hann í skundi lagdur undir skurð, eftir at hann var raktur av eini heilabløðing. Skurðviðgerðin eydnaðist val, og síðan hevur hann ikki havt heilsutrupulleikar av týdningi.
Alex Ferguson verður mettur at vera millum heimsins bestu venjarum í fótbóltssøguni. Hann vann 13 meistaraheiti við Manchester United, fýra FA-cup steyp og tvær ferðir Uefa Champions League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald