Fótbóltur

Sita á øðrumhvørjum stóli

Annar hvør stólur og onnur hvør rekkja á áskoðaraplássunum verður tóm, tá dystir verða í Betrideildini um vikuskiftið, og økið verður býtt í bólkar.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-15 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Loyvt er aftur hjá áskoðarum at koma til dyst í Betrieildini aftur, men hetta er við stórum avmarkingum. FSF hevur í dag sent kunning út um hvussu hetta verður skipað.

Millum annað hevur heimafelagið ábyrgd av at skipa áskoðarar í bólkar upp á í mesta lagi 100 fólk. Týðulig avmarking verður millum bólkarnar, og hesir áskoðarar eru í bólki allan dystin.

Leiðreglurnar fyri at hava áskoðarar til dyst eru hesar:

• Um áskoðari er sjúkur er viðkomandi heima og møtir ikki til dyst. Um viðkomandi ivast, er man eisini heima.

• Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd.

• Heimafelagið hevur ábyrgd av at skipa áskoðarar í bólkar upp á í mesta lagi 100 fólk, við týðuligari avmarking ímillum bólkarnar. Við hvørja inngongd verður ein hondspritt-haldari settur.

• Áskoðarar eru í sama bólki allan dystin. Hvør bólkur hevur egna inngongd, útgongd og atgongd til WC, so bólkar ikki blandast áðrenn og aftaná dyst. Hetta fyri at lætta um eina møguliga smittusporan.

• Á áskoðaraplássunum sita áskoðarar á øðrumhvørjum stóli, og onnur hvør rekkja er tóm.

• Mælt verður til at skipa sølu av atgongumerkjum soleiðis, at tað slepst undan bíðirøðum.

• Heimafelagið hevur ábyrgd av at kunna áskoðarar (yvirlit á heimasíðuni, facebook e.l.) um, hvussu bólkarnir eru skipaðir og hvørjar inngongdir eru.

• Heimafelagið setir hóskandi tal av vaktarfólki til hvønn bólk, sum tryggja at tilmæli um frástøðu og tal av áskoðarum verða hildin.

• Møgulig søla av kaffi o.ø. skal verða í hvørjum bólki sær, so fólk ikki blandast ímillum bólkarnar

• Heimafelagið setir ein trygdarovasta, sum hevur hægstu ábyrgd av áskoðaraviðurskiftum og skal tryggja at hesar leiðreglur – serliga tal av áskoðarum í hvørjum bólki – verða fylgdar.

• Eitt ljóðbrot, við áminning um at halda leiðreglur (útflýggjað av FSF), skal spælast í hátalaranum áðrenn dystarbyrjan, beint áðrenn hálvleiksteðgin, tá seinni hálvleikur byrjar og móti dystarenda.

Dystirnir í komandi umfari í fremstu deildini hjá monnum eru hesir: TB – KÍ, Víkingur – Skála, ÍF – HB, B36 – AB og EB/Streymur – NSÍ. Dysturin millum TB og KÍ verður leygardagin, meðan hinir fýra verða spældir sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder