Fótbóltur

Sjálvmál skilur partarnar í steðginum

HB hevur verið greitt omaná leikliga í 1. hálvleiki. Einsamalla málið higartil kom í 24. minutti, tá Gunnar Vatnhamar gjørdi sjálvmál.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-12-05 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Finalan um Løgmanssteypið byrjaði heldur rótut, men skjótt setti HB seg á dystin, og Adrian Justinussen hevði eina góða skotroynd.

Málið kom eftir gott gjøgnumbrot í høgru frá Hera Hjalt Mohr, og eftir at Mikkel Dahl royndi seg. Gunnar Vatnhamar royndi at rudda burtur í málteignum, men endaði við at gera sjálvmál.

Favorittarnir hava fingið flutt bóltin heilt væl til tíðir og hava verið nær við at økja, men Víkingur hevði eisini ein stóran málmøguleika stutt fyri hálvleik. Eftir gott uppspæl royndi Arnbjørn Svensson seg, men skotið fór omanfyri málið hjá Teiti Gestssyni.

Hilmar Leon Jakobsen, ið hevði ein stóran málmøguleika stutt fyri hálvleik, noyðist nú út við skaða. Mads Boe Mikkelsen kemur inn í hansara stað. Jógvan Rói Davidsen avloysir Daniel Johansen, og HB fer yvir til eina trýmansverju. Hetta verður seinasti dystur hjá Jógvani Róa á hægsta støði - íhvussu er fyribils.

Finalan um Løgmanssteypið
Tórsvøllur 05.12
Víkingur  - HB (0-1)
24' Sjálvmál

Víkingur (4-2-3-1): Elias Fagrá - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Noah Mneney, Bogi Reinert Petersen - Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen - Finnur Justinussenn

HB (4-3-3): 
Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Hørður Askham, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen (46' Jógvan Rói Davidsen) - Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu - Adrian Rúnason Justinussen, Mikkel Dahl, Hilmar Leon Jakobsen (46' Mads Boe Mikkelsen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder