Fótbóltur

Sjálvmál varð avgerandi í Düsseldorf

Frakland basti Belgia í einum dysti, har liðini hugsavnaðu seg meira um at vera trygg enn at leypa á. 1/8-finalan varð avgjørd í 85. minutti.

Skot hjá Kolo Munani rakti Jan Verthongen, og so kundu hann, Kylian Mbappé og hinir fraklendingarnir fegnast (Mynd: EPA)

Skot hjá Kolo Munani rakti Jan Verthongen, og so kundu hann, Kylian Mbappé og hinir fraklendingarnir fegnast (Mynd: EPA)

2024-07-01 19:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðið hjá Didier Deschamps var at enda omaná í Düsseldorf. Álopskendu dygdirnar hjá liðunum komu sjálvdan til sjóndar - serliga í fyrra hálvleiki - og tað var eitt sjálvmál, sum skuldi til fyri at finna fjórðingsfinaluluttakaran.

Frakland hevði væl fleiri skot á mál, men tað var nakað ímillum, at tað gjørdist vandamikið. Kylian Mbappé hótti nakrar ferðir, men tað var ikki heilt hvast hjá heimsstjørnuni við grímuni.

Belgia hugsavnaði seg mest um at verja og at arbeiða hart. Romelu Lukaku og Kevid De Bruyne høvdu hvør sín góða møguleika seinastu tjúgu minuttirnar eftir gott og skjótt spæl, har serliga De Bruyne var nær við at avgerða.

Ístaðin varð tað fóturin hjá Jan Verthongen, ið gjørdist avgerandi - fyri Frakland. Í seinasta landsdystinum hjá roynda verjuspælaranum var hann heldur óheppin, tá eitt skot hjá innskifta Kolo Munani rakti kroppin og snýtti Casteels í málinum.


[object Object]
Løtan sum gjørdist avgerandi. Eftir franskt smáspæl og skot men eisini tilvildarligt (Mynd: EPA)

[object Object]
Tìðin hjá Lukaku og De Bruyne á landsliðnum nærkast endanum (Mynd: EPA)

Hetta var í 85. minutti, og so vantaði Belgia tíð og hugflog til at svara aftur. Eins og í 2018 sendi Frakland grannarnar út úr einum endaspæli við 1-0 sigri. Tá var tað móti sterkari belgiskum liði í HM-hálvfinalu.

Frakland lyfti steypið í Moskva fyri seks árum síðum. Tað er ikki heilt ósannlíkt, at liðið hjá Deschamps aftur vinnur eitt stórt steyp. Liðið er ógvuliga sterkt í verjustøðu - helst tað besta í EM til júst tað - og hevur bert latið eitt mál inn. Tað var eitt brotsspark. Í dag var miðverjin William Saliba úr Arsenal helst dagsins maður. Liðið dugir eisini at vinna hesar tøttu, og heldur keðiligu, "vinn ella far heim dystirnar". Í fjórðingsfinaluni verður tað Portugal ella Slovenia, sum spæla um eina løtu.

[object Object]
Didier Deschamps hevur eina uppskrift, sum ikki altíð er spennandi men sum oftast riggar (Mynd: EPA)

Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum
Í dag, mánadagin 1. juli

Frakland - Belgia 1-0 (0-0)
85' Sjálvmál 1-0

20.00: Portugal - Slovenia 
(TV2/Tv2 Play)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder