Í døgunum 25. og 26. februar verður kappingin um WRICH/ heimsmeistaraheitið í inniróðri. 
Upprunaliga skuldi HM/WRICH (World Rowing Indoor Championships) vera í Hamburg í Týsklandi, men fyriskipararnir avgjørdu í desember 2021 at skipa tiltakið sum netborið, vegna koronustøðuna.
Hetta skrivar innirodur.fo, ið samstundis kunnger, at sjey føroyskir luttakarar hava kvalifiserað seg at luttaka í kappingini í einum ella tveimum flokkum - yvirlit sæst niðanfyri.
HM er fyri luttakarar U19 og eldri, og kappast verður í teinum á 500m og 2000m. Tríggir luttakarar frá 5 meginøkjum (Amerika, Afrika, Asia, Osiania og Europa) hava møguleika at kvalifisera seg fyri hvørt økið. 
| 500m – fríggjadagin 25. februar 2022 | Starttíð | Luttakari | Felag | 
| Kvinnur U19 | 11:59 | Mira Winther Klit | AR | 
| Menn U19 | 12:07 | Mattias Durhuus | HVR | 
| Kvinnur U23 Lættvekt | 12:14 | Zoe Dickson | KÍF | 
| Kvinnur U23 | 12:29 | Vár Guriardóttir Hansen | AR | 
| Kvinnur Lættvekt | 12:44 | Sarita Kristina Hansen | – | 
| Menn Lættvekt | 12:59 | Bergur Robert Dam Jensen | KÍF | 
| Kvinnur Masters 30-39 Lættvekt | 13:14 | Sarita Kristina Hansen | – | 
| Menn Masters 30-39 Lættvekt | 13:29 | Bergur Robert Dam Jensen | KÍF | 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald