Fótbóltur

Sjónband: Fyrsta føroyska málið í evropeiskum dysti

Norðlýsið legði í gjár søguliga málið hjá Olgari Danielsen út. Áleyparin hevði leingi metið sum mest skorandi føroyski leikarin í Evropa. KÍ og Skonto Ringa hava serlig bond.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-08 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

19. august 1992 varð føroysk fótbóltssøga skrivað. Tann dagin tóku føroyameistararnir KÍ ímóti lettiska Skonto Riga á Svangaskarði, og steypavinnararnir B36 vitjaði Avenir Beggen í Luksemburg. Hetta var fyrstu ferð, at føroysk feløg spældu í evropeiskum dystum.

Skonto Riga var stovnað árið fyri, og hetta var sostatt eisini fyrstu ferð, at liðið spældi í evropeiskari kapping. Tí var talan um ein søguligan dag hjá báðum feløgunum tann dagin fyri skjótt 28 árum síðani,

Bondini hjá Skonto Riga til Klaksvíkar eru tó sterkari enn so. Høvuðsstaðarfelagið vann meistarheitið í Lettlandi síni fyrstu 14 ár, og helt heimsmetið fyri mest meistaraheitið í mans- og kvinnufótbólt í tíggju ár - til KÍ-kvinnurnar við sínum 15. meistaraheitið á rað yvirhálaði Skonto Riga í 2014. Tvey ár eftir hetta fór fyrrverandi lettiska stórfelagið á húsagang. Kvinnurnar hjá KÍ komu uppá 17 meistaraheitið á rað. 

Maðurin, ið skoraði søguliga málið fyri KÍ hendan dagin, helt eisini eitt met í langa tíð. Tá 26-ára gamli Olgar Danielsen javnaði til 1-1 við stútara beint eftir hálvleik. Trý ár seinni varð hann innskiftur í hálvleikinum ímóti ísraelska Maccabi Haifa og gjørdi síðani hattrrick, so at KÍ vann 3-2. Klæmint Olsen megnaði í 2018, at gerast annar føroyingurin at skjóta hattrick í Evropa. Metmálskjúttin í føroyskum fótbólti skoraði øll fýra málini hjá NSÍ í 4-6 tapinum fyri skotska Hibernian á Svangaskarði. Í 1997 kom Olgar á fimm mál í fimm evropeiskum dystum, tá hann skoraði í 2-3 ósigrinum fyri ungarska Úpejst á Svangaskarði. Metið helt, til Levi Hanssen tók tað í 2014. Miðvallarin hevur heili níggju evropeisk mál (fimm fyri EB/Streym og fýra fyri HB) 

KÍ og B36 fóru út í fyrstu royndini

Ein minutt eftir at Olgar Danielsen hevði skorað, kom útiliðið á odda aftur á Svangaskarði. Eitt mál afturat í yvirtíðini gjørdi, at uppgávan sá ómøgulig út, og í Riga tvær vikur seinni tapti KÍ 3-0. 1-6 tap samanlagt í fyrstu Champions League-royndini hjá einum føroyskum felagið.

B36 tapti 1-0 á útivølli, men smár tíggju minuttir eftir fyrsta bríks á Svangaskarði 2. august, skrivaði Kári Reynheim søgu fyri B36, tá hann legði árstalsfelagið á odda í sínum fyrsta evropeiska heimadysti. Tað eydnaðist tó Anevir Beggen at javna til 1-1, og  harvið tapti B36 2-1 samanlagt. Talan var um Cup Winners Cup, ið seinni smeltaði saman við UEFA Cup - sum seinni gjørdist til Eueopa League.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder