Fótbóltur

Video: Skotið endar omanfyri málið - dómarin dømir mál

Skemtilig støða í Hoyvíkshøllini í gjárkvøldið. Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen fær øði í øll í Neistaleguni, tá hann sær skeivt og peikar ímóti miðjuni ístaðin fyri at døma málkast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-21 12:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein ógvuliga inntens og spennandi FM-hálvfinala í Hoyvík í gjár, har H71 koppaði Neistanum eftir longda leiktíð

Í slíkum dystum telur hvørt mál, og einaferð í fyrra hálvleiki í vanligu leiktíðini kom øði í grindina hjá Neistanum. Torført var at støðga Peturi Krogh í gjár, men í hesum førinum skeyt bakkurin omanfyri málið hjá Neistanum. Á sjónbandinum sæst, at landsliðsspælarin rakar netið aftanfyri málið og næstan beint á H71-bannaran, ið hongur stutt omanfyri málið.

Eingin ivi tykist vera um, at her er málkast, men Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen, ið stendur beint við málið tykist heldur ikki vera í iva: Hann blásir í floytuna og peikar móti miðjuni, ið dómarar gera, tá tað er mál. Spælarar, viðhaldsfólk og øll á beinkinum hjá Neistanum fáa ein skelk og fleiri ilskast: Bólturin rakti jú ikki eingongd málið.

Tað gongur tó so at siga eingin tíð, so lætnar tað. Tí royndi dómarin varnast - og fær helst at vita frá starvsfelagnum Jógvani Skeel Nolsøe - at her var ikki mál. Hann lyftir hendurnar upp fyri at biðja um umbering, og hann, spælarar, venjarar og viðhaldsfólk kunnu smílast og flenna eftir margháttligu hendingini, meðan spælið koyrir víðari, eftir at Neistin hevur kasta sítt málkast.

[object Object]
Thomas Juul Thomsen kundi ikki lata vera við at smílast eftir støðuna, sum ikki kostaði nøkrum nakað (Mynd: Sverri Egholm)

Thomas Juul segði eftir dystin, at hann var púra vísur í, at bólturin rakti málið - hann sá støðuna skeivt. Hann og Jógvan Skeel Nolsøe komu annars sum heild heilt væl frá uppgávuni.

Sí støðuna ovast í videobrotinum.

Sí eisini: 
Myndir: H71 - Neistin avgerandi hálvfinala
Simon: - Stórt rós til dreingirnar
Bogi: - Koyra uppá adrenalini - men halda eisini høvdið kalt


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder