Hondbóltur

Sjúrður nýggjur liðfelagi hjá Teis

24-ára gamli vinstri vongurin úr Vestmanna skal komandi tvey árini hava heimavøll í Tønder. Liðið spælur í næstbestu donsku deildini.

Sjúrður Olsen sigur, at hann sær hetta sum ein upplagdan møguleika at royna seg á hægri støði (Mynd: Sverri Egholm)

Sjúrður Olsen sigur, at hann sær hetta sum ein upplagdan møguleika at royna seg á hægri støði (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-28 14:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

TM Tønder hevur tryggjað sær ein føroyskan landsliðsleikara. Fyri einum ári síðani skrivaði Teis Horn Rasmussen tvey-ára sáttmála við felagið í Suðurjútlandi, og nú hevur Sjúrður Olsen gjørt tað sama.

Teir vóru liðfelagir á U21-landsliðnum, ið spældi seg til HM-endaspælið í 2017 og hava í seinastuni spælt á A-landsliðnum saman. Komandi kappingarár skulu Sjúrður og Teis royna at hjálpa Tønder longur upp á stigatalvuni í næstbestu deildini í Danmark.

Sjúrður gjørdist fyri stuttum føroyameistari við barndómsfelagnum VÍF, ið hann altíð hevur umboðað, og 24-ára gamli vongurin spældi ein týðandi leiklut í sigrinum á Kekkia í EM-undankappingini fyri einum mánaði síðani.

TMT hevur á heimasíðu sínari í vikuni kunngjørt, at føroyski landsliðsleikarin skiftur til felagið, og at partarnir hava gjørt ein tvey-ára sáttmála. Venjarin, Michael Wollesen, lýsir hann sum ein ógvuliga spennandi og skjótan leikara við nógvum styrkum í álopsspælinum og í verjuspælinum, har Sjúrður millum annað fangar nógvar bóltar.

Sjálvur sigur Sjúrður Olsen millum annað soleiðis: 

- TM Tønder er eitt felag við høgum málsetningini og einum sterkum venjingarumhvørvi, har nógvir leikarar hava ment seg uppá tann rætta mátan. Eg vóni at gera mun, hvat úrslitum viðvíkur, og samstundis taka næsta fetið í menningini sum hondbóltsleikari og persónur. Tá møguleikurn kom, tók eg avbjóðingina upp, og síggi tað sum ein upplagdan møguleikan at royna meg á hægri støði

Teis og liðfelagirnir endaðu á 11. plássi útav teimum 14 í farna kappingarári.

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder