Í gjár var endliga aftur sett gongd á Betrideildina. Eftir 1. umfar var steðgurin næstan ein mánaða, orsakað av nógva kavanum og síðani landsliðssteðgi. Víkingur hevði harvið bíðað leingi at fáa fyrstu málini og stigini á kontuna - taptu 0-3 fyri B36 5. mars - og steypavinnararnir vunnu heili 7-0, tá TB vitjaði í Sarpugerði.
Sí eisini:
Víkingur vant burturúr TB
(Video) Arnbjørn Svensson: - Hava bíðað leingi síðani vónbrotið í fyrsta umfari
(Video) Poul Ingason: - Skulu tora nógv betri at spæla
Stóra uppgerðin í umfarinum er grannauppgerðin í Gundadali í annaðkvøld. Áðrenn tað skulu tríggir aðrir dystir spælast, og teir kunnu geva góðar ábendingar um, hvar liðini liggja í mun til hvørt annað í løtuni.
Serliga er tað soleiðis við tveimum av dystunum. Tað eru ábendingar um, at tað ikki er so nógv ímillum ÍF og AB, sum hittast í Fuglafirði, og 07 Vestur og B68, ið bresta saman í Sørvági.
Í fjør skilti bert eitt stig tey bæði síðstnevndu, ið hava fingið áhugaverdan styrk inn til hetta kappingarárið. 07 Vestur megnaði at koppa uppflytarunum úr Fuglafirði úr fyrsta umfari og kann í dag staðfesta eina góða byrjan uppá kappingarárið. Hjá B68 er Boubacar Dabo á veg aftur frá skaða, men tað er ein heldur skaðadarvaður álopspartur hjá toftamonnum. Í fyrsta umfari gjørdist talan um tap fyri HB í Gundadali, so liðið hjá Jákupi á Borg skal á talvuna nú.
Uros Stojanov gjørdist avgerandi móti sínum gamla felagi í sínum fyrsta dysti fyri 07 Vestur. Serbiski áleyparin kann fáa stóran týdning í slíkum dystum (Mynd: Sverri Egholm)
AB og ÍF spældu javnt í venjingardysti fyri 15 døgum síðani. Nú eru stig uppá spæl, og hjá fuglfirðingum snýr tað seg um at fáa eina góða byrjan á heimavølli. ÍF stóð seg á summum økjum heilt væl í Vágunum í fyrsta umfari - AB tapti 2-0 fyri EB/Streymi á útivølli, har deyðbóltar kostaðu. Hjá AB snýr tað seg millum annað um at royna at staðfesta, at man er frammanfyri uppflytararnar úr Fuglafirði.
Í Klaksvík er lagt upp til heimasigur. KÍ vann allar dystirnar við Djúpumýru í fjør, uttan tann eina, og í 2021 gjørdist eisini bert talan um sigrar og so ein javnleik á heimavølli í Betrideildini. EB/Streymur hevur ikki fingið stig í Klaksvík síðani 2013, og liðið hjá Sigfríði Clementsen skal vera ógvuliga væl skipa og stríðast heilt væl, um eitt gott úrslit skal koma undir land í dag. Liðið hjá Magna Hoseth hevur góðsku á øllum plássum, men er í dag uttan millum annað Mads Boe Mikkelsen.
Portalurin hevur beinleiðis dagføring á forsíðuni í samstarvi við dystir.fo. Vit hava myndir og annað tilfar úr Klaksvík og í Fuglafirði og taka samanum eftir dystirnar
Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)
Í dag, sunnudagin 2. apríl
15.00:
ÍF - AB
KÍ - EB/Streymur
07 Vestur - B68
Í morgin, mánadagin, 3. apríl
18.00: B36 - HB
Í gjár, 1. apríl - Sarpugerði
Víkingur - TB 7-0 (1-0)
33' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 1-0
46' Arnbjørn Svensson (Bergur Gregersen) 2-0
50' Martin Klein Joensen 3-0
57' Sølvi Vatnhamar (br.) 4-0
69' Andreas Lava Olsen (Jákup Johansen) 5-0
82' Olaf Bárðarson (Finnur Justinussen) 6-0
90' Finnur Justinussen (Jákup Johansen) 7-0
Martin Klein Joensen skoraði eitt frálíkt mál í gjár. Áleyparin var ein av seks málskjúttum í Sarpugerði. Sí fleiri myndir hjá Sverra Egholm frá dystinum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald