Fótbóltur

Víkingur vant burturúr TB

Heimaliðið fekk hol á stutt fyri steðgin, og í seinna hálvleiki rapaði tað hjá uppflytarunum. Seks ymiskir málskjúttar vóru í 7-0 sigrinum hjá Víkingi..

Martin Klein Joensen, Sølvi Vatnhamar og Olaf Bárðarson vóru millum málskjúttarnar í stórsigrinum (Mynd: Sverri Egholm)

Martin Klein Joensen, Sølvi Vatnhamar og Olaf Bárðarson vóru millum málskjúttarnar í stórsigrinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-01 18:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dystur í umfari nummar tvey í Betrideildini - tað sum er 4. umfar - er júst liðugur. Sum væntað vann Víkingur á TB, og munurin millum steypavinnararnar og uppflytararnar var risastórur.

TB hekk í fyrsta hálva tíman, hóast Víkingur hevði stóra leikliga yvirvág og kom til nakrar stórar málmøguleikar. Anders Hoff hevði nakrar stórbjargingar, men ungi danin kundi tó ikki gera nakað við skotið hjá Sølva Vatnhamar í 33. minutti. Ingi Jonhardsson fann leirvíkingin í TB-brotsteignum, og toppskjúttin í fjør var ísakaldur.

Ein góð mynd uppá TB-avrikið var helst, at liðið byrjaði seinna hálvleik við tíggju monnum. Onkursvegna var annar av innskiftarunum ikki til reiðar - skinnarar manglaðu - og Víkingur gjørdi sær dælt av støðuni við góðum máli, sum Bergur Gregersen og miðvallarin Arnbjørn Svensson stóðu fyri. Løtu seinni skoraði Martin Klein Joensen eitt dreymamál. Talan var um eitt langskot - ein vakran fluktara - uppum TB-málverjan hjá 23-ára gamli áleyparanum, sum ikki vendi heilt móti málinum, tá hann skeyt.

[object Object]
Víkingur lá framvið fleiri ferðir fyrsta hálva tíman, áðrenn hol kom á (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar økti við brotssparki stutt seinni, og innskiftir spælarar stóðu fyri 5-0 málinum. Lívligi Olaf Bárðarson vildi eisini vera við, og maðurin ið legði upp til hansara mál - Finnur Justinussen - skoraði eisini. Harvið komu allir áleypararnir hjá Víkingi á máltalvuna, og umráðandi var at fáa eisini teir innskiftu spælararnar væl í gongg.

Samanlagt hevði TB, ið manglaði sjúka Gilla Rólantsson, lítið og einki at bjóða uppá ella svara aftur við. Útiliðið megnaði so at siga als ikki at halda fast í bólitinum, meðan Víkingur var sannførandi og er nú í gongd.

Fleiri myndir, umframt samrøður, seinni.

Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)
Í dag, 1. apríl - Sarpugerði
Víkingur - TB 7-0 (1-0)
33' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 1-0
46' Arnbjørn Svensson (Bergur Gregersen) 2-0
50' Martin Klein Joensen 3-0
57' Sølvi Vatnhamar (br.) 4-0
69' Andreas Lava Olsen (Jákup Johansen) 5-0
82' Olaf Bárðarson (Finnur Justinussen) 6-0
90' Finnur Justinussen (Jákup Johansen) 7-0


Víkingur (4-2-3-1): 
Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen (87' Aron Jarnskor Ellingsgaard), Atli Gregersen (L), Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Geza David Turi (76' Árni Nóa Atlason), Arnbjørn Svensson (76' Finnur Justinussen) - Ingi Jonhardsson (61' Jákup Johansen), Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson - Martin Klein Joensen (61' Andreas Lava Olsen)

TB (4-2-3-1): Anders Hoff - Chris Jastrzembski, Poul Ingason, Musah Armah, Ragnar Joensen (47' Andreas Midjord) - Salmundur Bech (76' Jannik Dalfoss), Markus Thorberg (79' Bartal Einarsson Petersen) -  Samudeen Musah (76' Olivur Renéson Thomsen), John Villi Wøldike Leo, Jens Erik Bruhn - Simeon Petrov (46' Nikolei Johannesen)

Dómari: Dagfinn Forná

Í morgin, sunnudagin 2. apríl
15.00:
ÍF - AB
KÍ  - EB/Streymur
07 Vestur - B68

Mánadagin, 3. apríl
B36 - HB

Rættað og dagført: 19.21

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder