TB hevur í báðum sínum dystum higartil latið sjey mál inn. Gamaní hevur tað verið á útivølli móti ávikavist føroyameistarunum og steypavinnarunum, men tað hevur ikki sæð pent út.
Royndi Poul Ingason harmast eftir stórtapið í Norðragøtu í dag. Miðverjin heldur, at fyrri hálvleikur var fínur frá teirra síðu - Víkingur skoraði eina ferð fyri steðgin - men at so skramblar saman. - Prøva at flyta runt uppá nøkur ting, sum eg ikki skilji, staðfestir liðformaðurin Hann vísir á, at teir óroyndu skulu læra meira og meira og mennast, og at liðið í næstu dystunum skal tora nógv betur at spæla. Næstu dagarnar skal TB hava sjálvsálitið upp, staðfestir Poul Ingason at enda
Í dag, 1. apríl - Sarpugerði
Víkingur - TB 7-0 (1-0)
33' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 1-0
46' Arnbjørn Svensson (Bergur Gregersen) 2-0
50' Martin Klein Joensen 3-0
57' Sølvi Vatnhamar (br.) 4-0
69' Andreas Lava Olsen (Jákup Johansen) 5-0
82' Olaf Bárðarson (Finnur Justinussen) 6-0
90' Finnur Justinussen (Jákup Johansen) 7-0
Sí eisini: Arnbjørn Svensson: Hava bíðað leingi síðani vónbrotið í fyrsta umfari
Les eisini: Víkingur vant burturúr TB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald