Fótbóltur

KÍ kann enda í Malmö

Tað verður ein stór avbjóðing fyri KÍ, sama um liðið tapir ella vinnur samanlagt á FC Differdange. Seinni dysturin er í kvøld klokkan 18 og KÍ er frammanfyri 2-0.

Her verða René Shaki Joensen og Odmar Færø innskiftir fyri KÍ, báðir eftir skaðasteðgir. (Mynd: Sverri Egholm)

Her verða René Shaki Joensen og Odmar Færø innskiftir fyri KÍ, báðir eftir skaðasteðgir. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-17 11:50 Author image
Áron Vest
placeholder

Tað er ein spurningur um ítróttarliga raðfesting hjá KÍ. Sjálvandi, luttekur tú í evropeiskum fótbólti, vilt tú altíð vinna - alt annað vildi verið ørt. Tó so, so má KÍ viga allar avgerðir í løtuni.

Tapur KÍ, so skal felagið togast gjøgnum eina umsitingarliga labyrint, við langari og torgreiddari ferðing til antin Kasakstan ella Moldova.

Vinnur KÍ, so skal felagið til eina ítróttarligu avbjóðing av teimum heilt stóru. Sigursvanda stórfelagið í Svøríki, Malmö FF.

Árni Frederiksberg ein avgerandi leiklut
Einsamallur og eirindaleysur tryggjaði Árni Frederiksberg KÍ 2-0 sigur á luksemborgsku meistarunum, FC Differdange. Eftir dystin sigur Árni við Portalin, at tað man vera fastur táttur, at hann fær tvey mál hvørt umfar í Champions League. 

Við átta málum í sjey altjóða dystum, hevur nummar sjey hjá KÍ avgjørt ein avgerandi leiklut til dystin í kvøld. Tí kunnu vit vænta, at tað er ein vælspælandi evropahetja í Árna Frederiksberg, ið kann viðvirka til at KÍ skal víðari í Champions League og harvið tryggja sær 5,5 milliónir í inntøkum.

[object Object]
Árni Frederiksberg í fyrra dystinum móti FC Differdange. (Mynd: Sverri Egholm)

Skaddir leikarar gerast klárir

Tað sæst hjá KÍ, at skaddir leikarar eru við at gerast frískir aftur. Millum annað tí, at felagið hevur leiga fleiri av sínum ungu talenspírum út. Liðið hevur stóra og góða breidd í leikarum, men tað kunnu ikki skrásetast óendaliga nógvir leikarar til hvønn dyst. 

Odmar Færø er við at vera 100% klárur - sama við René Shaki Joensen.
Hin verjuskansin, landsliðsleikarin Heini Vatnsdal, fer vist at síggjast á liðnum aftur nakað skjótt - um ikki annað, so í nakrar minuttir.
Enn er óvist, hvussu leingi tað er til Hallur Hansson verður at síggja við vøllin aftur, men hann er byrjaður at venja meir við sínum liðfeløgum.
Liðskiparin, og ein av berandi kreftunum á liðnum, Jákup Biskopstø Andreasen, er enn skaddur. 
Eisini er Cédric Yambéré ivasamur, men Jóannes Kalsø Danielsen, ið var leikbannaður til fyrra dystin, er tøkur aftur.

Sostatt eru tað fleiri faktorar ið spæla inn. Vit skrivaðu í gjár um, at hjá veddingarfyritøkunum hevur KÍ ongan sum helst leiklut sum favorittur, og tann støðan er óbroytt.


Tað verður á leikvøllinum Stade Municipal de la Ville de Differdange, at 33 ára gamli spaniólin, Javier Alberola Rojas, floytar dystin í gongd.


Dysturin kann síggjast á KÍ-Varpinum, har hann er til keyps.

UEFA Champions League 2024 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 17. juli kl. 18:00
KÍ - FC Differdange 03 (2-0)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder