Fýra útav teimum fimm dystunum í 5. umfari í Betrideildini eru av - ein varð ikki leiktur vegna veður.
Tað var ikki spælandi í Sarpugerði, og Skála og KÍ gjørdi sær dælt av tí við at leggja trýst á B36, ið hevði fult stigatal eftir fýra umfør.
Fyri fyrstu ferð síðani eftir 23. umfar í 2006 er Skála oddalið í fremstu røð. Liðið hjá Eyðuni Klakstein vann trygt á ÍF, ið er byrjað illa í ár, og enn einaferð uttan at lata mál inn. Skála hevur betri málúrtøku enn B36 ovast á stigatalvuni.
(Fróði Benjaminsen er vanur at vera við í oddinum, og nú er veteranurin við á nýggjum oddaliði - Mynd: Sverri Egholm )
Í Klaksvík var KÍ omaná móti NSÍ. Heimaliðið spældi væl í 1. hálvleiki og skoraði tvær ferðir. Stutt fyri tíman gjørdist KÍ ein í undirtalið, men helt fast í sigrinum uttan at koma í trupulleikar og er væl við. NSÍ misti eitt fet.
HB var á veg ímóti umráðandi sigri við Stóra, men heimaliðið skapti fleiri málmøguleikar í dag, og Stefan Radosavljevic sló til í yvirtíðini. Føroyameistararnir hava bert vunnið ein útav fimm dystum, meðan TB heldur fram við góðu gongdini, er ósigrað á heimavølli og í løtuni á evropeiskum plássi.
Í seinasta dystinum lat EB/Streymur iva verða um, at trý stig skuldi verða verandi á Eiði. Liðið fekk síni fyrstu trý stig í ár í stórum stíli, og tað gekk utyvir AB. Arnbjørn Hansen var fyri fyrstu ferð í ár við frá byrjan, og royndi áleyparin skoraði tvey mál og var við í hinum báðum, meðan hann var á vøllinum. Við sigrinum kom liðið hjá Jákup Martin Joensen framum AB og uppum strikuna.
5. umfar:
TB - HB 1-1 (0-1)
'74 Adrian Rúnasson Justinussen 0-1
'90 Stefan Radosavljevic 1-1
ÍF - Skála 0-3 (0-2)
'16 Pætur Dam Jacobsen 0-1
'30 Heðin Klakstein 0-2
'90 Fróði Benjaminsen 0-3
KÍ - NSÍ 2-0 (2-0)
'18 Jóannes Bjartalíð 0-1
'36 Jonn Johannessen 0-2
Reytt kort: Patrik Johannessen ('58)
EB/Streymur - AB 5-1 (2-1)
'25 Arnbjørn Hansen 0-1
'35 Steffan A. Løkin 0-2
'37 Heri Hjalt Mohr 1-2
'63 Niklas Kruse 1-3
'65 Arnbjørn Hansen 1-4
'83 Magnus Jarnskor 1-5
Víkingur og B36 - Avlýstur vegna veður
Støðan í Betrideildini:
1. Skála (12 stig)
2. B36 (12 stig) *
3. KÍ (11 stig)
4. TB (8 stig)
5. NSÍ (7 stig)
6. HB (6 stig)
7. Víkingur (4 stig) *
8. EB/Streymur (3 stig)
9. AB (3 stig)
10. ÍF (1 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald