Fimti spælarin útifrá uppá fimm ár hjá Víkingi verður Ragnar Skála - tann fjórði sum er komin beinleiðis úr Skála Ítróttarfelag. Hinir eru Ari Olsen, Poul Kallsberg og Jákup Johansen.
Glyvramaðurin Jørgen Nielsen kom úr B68 seinasta vetur.
Ragnar Skála er annars argjamaður og hevði bert umboðað AB, til hann farna vetur skifti til Skála ÍF.
Harvið hevur orkuríki miðvallarin tvey ár á rað roynt at flutt niður úr Betrideildini. Næsta ár skal hann spæla fyri verandi føroyameistaran.
Víkingur boðaði fyri lítlari løtu síðani frá, at Ragnar Skála hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við felagið.
- Vit síggja Ragnar sum ein spennandi, arbeiðssaman leikara, sum kann røkja fleiri pláss á liðnum, skrivar Víkingur.
Ragnar er 24-ára gamal. Hann hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 81 dystir og skorað seks mál í Betrideildini. Argjamaðurin hevur spælt 6 U21-landsdystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald