Fótbóltur

Skála og EB/Streymur fara hvør til sítt

Felagsliðið EBS/Skála verður ikki partur av bestu kvinnudeildini næsta ár. Feløgini fara aftur at skipa egin kvinnulið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-23 11:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagsliðið EB-Streymur/Skála, sum hevur verið í føroyskum kvinnufótbólti síðan 2013, fer nú í søguna. Hesum boða feløgini frá í dag.

Felags kvinnuliðið hevur gjøgnum árini megna at rokkið fleiri góðum fótbóltsavrikum. EB-Streymur/Skála vann á fyrsta sinni finaluna í steypakappingini í 2017, tá liðið vann finaluna 3-2 móti HB. Seinni sama ár, 7. oktober 2017, vann liðið FM á fyrsta sinni, og tað var samstundis fyrstu ferð í 21. øld, at eitt annað lið enn KÍ vann FM-heitið.

Nú 10 ár eftir at samstarvið bleiv skipað, fara feløgini tó aftur at skipað egin kvinnulið í bestu deildini til komandi kappingarár.

Arbeitt hevur verið við eftirmetingum og málum fyri kvinnufótbóltin frameftir og sum liður av hesum arbeiði er avgjørt at aftur skipa egin kvinnulið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder