Nú fimm umfør eru farin afturum, byrjar ein meira greið mynd at síggjast av Betrideildini. Eftir dagsins dystir er stigatalvan á ein háttt farin í trý, men tað er framvegis ein dystur, ið ikki er leiktur.
Oddaliðið B36 fór til Norðagøtu at spæla ímóti Víkingi, ið hevur tørv á stigum fyri at blanda seg í oddin. B36 hevur framvegis fult stigatal men kom heldur ikki í dyst í dag, tí dómarin Dagfinn Forná metti, at tað var ov nógvur vindur í Sarpugerði til at spæla.
B36 hevur ikki oddasessin longur, tí Skála tók hann við tryggum sigri í Fuglafirði. Tvey mál innan fyrsta hálva tíman vóru við at geva skálamenn sín fimta sigur á rað; allir eru komnir uttan at hava latið mál enn. ÍF megnaði ikki at svara aftur, og seinastu løtuna brendi fyrrverandi ÍF-leikarin, Jákup Johansen, brotsspark, áðrenn Fróði Benjaminsen fekk sítt fyrsta mál fyri Skála. Liðið hjá Eyðun Klakstein er sannførandi og er nú oddalið við betri málmuni enn B36. Næsta uppgávan er EB/Streymur á heimavølli, meðan KÍ og B36 hittast í Gundadali. ÍF hevur tapt fimm útav seks kappingardystum, eftir at liðið eisini hevði tað trupult í venjingardystunum.
Í Klaksvík var lagt upp til ógvuliga spennandi dyst, men KÍ var bara ov sterkt til NSÍ; hóast heimaliðið fekk Patrik Johannesen útvístan tíðliga í 2. hálvleiki. Áðrenn tað hevði Jóannes Bjartalíð sligið til fjórða dystin á rað í Betrideildini, og 17-ára gamli Jonn Johannessen, ið skoraði fýra ferðir í steypakappingini mikudagin, fekk sítt fyrsta mál í fremstu røð. NSÍ kom ongantíð heilt tætt uppá at fáa stig, og tað tykist sum avrikini hjá runavíkingum eru heldur óstøðug. KÍ er nú eitt stig aftanfyri B36, og hevur møguleika at leggja seg frammum hitt ósigraði liðið í deildini hósdagin.
HB kundi eisini nærkast B36 og byrja at stempla inn í oddastríðnum. Uppgávan var í Trongisvági, har TB hevði fulla úrtøku undan dagsins uppgerð. Tvørámenn hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, og fingu aftur eitt úrslit sum teir kunnu brúka í dag. TB hevði nakrar góðar møguleikar í dystinum, meðan útiliðið ikki skapti so nógv. Eitt korter fyri tíð sló Adrian Justinussen til fyri HB, og hóast sigurin sá út til at vera heima, so vildi heimaliðið ikki leggja seg, og í yvirtíðini stakk bólturin til Stefan Radosavljevic, ið aftur sló til. Stefan er toppskjútti í deildini saman við Jóannes Bjartalíð, og TB er á evropeiskum plássi. HB er tvey stig aftanfyri og hevur heili seks stig upp til grannarnar, ið hava ein dyst færri. Saknurin av Tróndi Jensen tykist stórur. Miðvallarin er tó á veg aftur;hann spældi ein hálvleik við næstbesta liðnum í gjár.
Á Eið lat EB/Streymur ongan iva verða um, at liðið ætlaði sær fyrstu stigini í ár. AB var á vitjan, og teir vórðu ikki væl móttiknir. Arnbjørn Hansen var í álopinum hjá heimaliðnum frá byrajn fyri fyrstu ferð í ár, og hann gav av álvara høvuðbrýggj á nógvan hátt- mest merkisvert við tveimum málum og innblandan í 2-1 og 3-1 málin áðrenn hann varð skiftur út. Heimaliðið spældi góðan fótbólt í dag, og við tveimum málum við stuttum millumbili í 2. hálvleiki kom sigurin ongantíð í vanda. EB/Streymur yvirhálaði AB uppá málúrtøku.
5. umfar:
TB - HB 1-1 (0-1)
'74 Adrian Rúnasson Justinussen 0-1
'90 Stefan Radosavljevic 1-1
ÍF - Skála 0-3 (0-2)
'16 Pætur Dam Jacobsen 0-1
'30 Heðin Klakstein 0-2
'90 Fróði Benjaminsen 0-3
KÍ - NSÍ 2-0 (2-0)
'18 Jóannes Bjartalíð 0-1
'36 Jonn Johannessen 0-2
Reytt kort: Patrik Johannesen ('58)
EB/Streymur - AB 5-1 (2-1)
'25 Arnbjørn Hansen 0-1
'35 Steffan A. Løkin 0-2
'37 Heri Hjalt Mohr 1-2
'63 Niklas Kruse 1-3
'65 Arnbjørn Hansen 1-4
'83 Magnus Jarnskor 1-5
Víkingur - B36 (Avlýstur vegna veður)
Støðan í Betrideildini:
1. Skála (12 stig)
2. B36 (12 stig) *
3. KÍ (11 stig)
4. TB (8 stig)
5. NSÍ (7 stig)
6. HB (6 stig)
7. Víkingur (4 stig) *
8. EB/Streymur (3 stig)
9. AB (3 stig)
10. ÍF (1 stig)
*Ein dyst færri
6. umfar verður leikt skírishósdag:
6 | 18.04.19 | NSÍ | ÍF | - | |
6 | 18.04.19 | B36 | KÍ | - | |
6 | 18.04.19 | TB | Víkingur | - | |
6 | 18.04.19 | SKÁLA | EB/Streymur | - | |
6 | 18.04.19 | 18:15 | HB | AB | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald