
Sunnudagin spældu Skála og Víkingur í Betrideildini. Undan dystinum vóru liðini ávíkavist nummar tvey og trý, og tí var talan um ein umráðandi dyst. Tað endaði við, at víkingarnir vóru omaná í málríkum dysti.
Les meira: Víkingur sló til á Skála
Í kvøld snýr tað seg um steypakappingina, tá liðini hittast. Eins og fyri trimum árum síðani spæla liðini fyrru hálvfinaluna á Skála. Tá vann Víkingur 1-0, og í seinnu hálvfinaluni endaði tað 1-1. Harvið megnaði Vìkingur akkurat at koppa skálamonnum, ið tá vóru í hálvfinaluni fyri fyrstu ferð í tíggju ár.
Nú er Skála aftur, og liðið er í løtuni væl við í stríðnum um evropeisku plássini í Betrideidlini. Tað er Víkingur eisini; liðið hjá Sámal Erik Hentze er fýra stig frá fyrsta plássinum og hevur vunnið seks dystir á rað í báðum kappingum. Víkingur skal royna at náa sínari sjeyndu steypafinalu í søguni - Skála hevur ongatníð spælt steypafinalun áður.
(Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur hevur gott tak á Skála, men liðið á vestara armi av Skálafjørðinum er í menning, og lagt er upp til spennandi hálvfinalur. Teir appelsinlittu skulu reisa seg í kvøkd, og hava nú miðverjuna tøka aftur. Fróði Benjaminsen og Jákup Jakobsen vóru ikki við sunnudagin og hetta merktist. Skála hevði framanundan 3-2 tapinum bert latið trý mál inn í sjey dystum í Betrideildini. Hjá Víkingi er Lava við aftur, og Adeshina Lawal er eisini við at verða klárur eftir skaða.
Til ber at fylgja gongdini og málskjúttum á forsíðu okkara á portal.fo.
Fyrra hálvfinalan í Kappingini um Løgmanssteypið
18.00: Skála - Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald