Fótbóltur

Skála skal hava ein nýggjan áleypara

Samstarvið við Carlos Ferreira er endað. Portugisiski áleyparin javnaði fyri Skála í gjár, hevur fimm Betrideildarmál og gjørdist toppskjútti í 1. deild í fjør.

Á Skála hevur man verið nøgdir við málskjótingina, men leitað verður nú eftir einum áleypara, sum hevur fleiri dygdir í sjálvum spælinum. Tað eru tó persónlig viðurskifi, ið gera, at Carlos Ferreira fer av landinum (Mynd: Skála ÍF)

Á Skála hevur man verið nøgdir við málskjótingina, men leitað verður nú eftir einum áleypara, sum hevur fleiri dygdir í sjálvum spælinum. Tað eru tó persónlig viðurskifi, ið gera, at Carlos Ferreira fer av landinum (Mynd: Skála ÍF)

2024-07-04 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom upprunaliga til Føroyar fyri at royndarvenja við ÍF tíðliga í 2023 men endaði sum Skála-spælari. Carlos Filipe De Sousa Fereirra gjørdist Skála ein fongur í 1. deild, har hann varð toppskjútti í deildini við 24 málum.

Skála flutti upp, og Carlos er toppskjútti hjá Skála eftir fyrru hálvu. 26-ára gamli portugisin skeyt í gjár sítt fimta mál í 2024, tá hann tryggjaði Skála javnleik á heimavølli móti B68.

Sí eisini: Fingu hvør sítt stig á Skála

Carlos Ferreira varð skiftur inn og javnaði til 1-1. Hetta var seinasti dystur hjá honum fyri felagið. Partarnir eru samdur í at slíta samstarvið. Hjá Carlosi er talan um persónlig viðurskifti, hevur Portalurin fingið upplýstt

Á Skála hevur man verið nøgdir við málskjótingina, men leitað verður nú eftir einum áleypara, sum hevur fleiri dygdir í sjálvum spælinum.

Skála hevur skorað 18 mál í Betrideildini í ár, og skal eftir ætlan hava ein nýggjan álopskendan spælara til seinnu hálvu.

11 umfør eru eftir. Í minsta lagi fýra stig verða niður til strikuna hjá uppflytarunum, nú farið verður í summarfrí - EB/Streymur og ÍF spæla leygardagin.

16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í gjár, mikudagin 03.07

Skála ÍF - B68 1-1 (0-1)
19' Bárður Ólavsson Jensen (Fríði í Túni Petersen)
83' Carlos Ferreira (Jákup Jakobsen)

Sí meira um dystin her

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig 
4. NSÍ 25 stig 
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 14 stig
8. B68 11 stig
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder