Fótbóltur

Skála svaraði aftur og vann seg upp um niðurflytingarstrikuna

07 Vestur legði seg á odda beint eftir steðgin, men Skála, sum skapti nógv ig fekk tvey brotsspørk í botnuppgerðini, vann fult uppiborið 2-1 og er nú á 8. plássi.

Maxwell Effiom skoraði avgerandi málið móti sínum gamla felagi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Maxwell Effiom skoraði avgerandi málið móti sínum gamla felagi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-29 21:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðani eftir 1. umfar er Skála røttu megin niðurflytingarstrikuna. Hetta er greitt eftir annan sigurin í kappingarárinum, sum kom til høldar í kvøld.

07 Vestur legði seg annars á odda á Skála. Men hóast hetta, og hóast tey í 07 Vestur-leguni vístu nakað av ónøgd við dómaraavgerðir í sambandi við Skála-málini, so hevði tað verið røvarí á einum vøkrum summarkvøldið á Skála, um gestirnir høvdu fingið fult. At munurin á máltalvuni bert var eitt mál lýgur eitt sindur.

Skála spældi við væl meira orku og yvirskoti, og Teir í appelsinlittum stóðu so at siga á øllum. Eftir eitt korter hevði Skála misnýtt tveir risamøguleikar: Fyrst bjargaði Jón í Horni Nielsen á mállinjuni eftir roynd hjá Markusi Isaksen, og síðani brendi Simon Jørgensen brotsspark, sum hann sjálvur vann.

Lívligi danski vongurin skeyt á tvørtræið og hóast greiða yvirvág og aðrar møguleikar hjá heimaliðnum, so var málleyst í steðginum.

07 Vestur legði brádliga fyri eftir steðgin, og eftir 47 minuttir var 0-1. Klossut verjuspæl hjá Skála í sambandi við deyðbólt, har samskifti ikki var í lagi, gjørdi, at bólturin endaði hjá Jonathan Flensborg. Sviin, sum í kvøld var íverjuni hjá 07 Vestur, rakti ikki bóltin serliga væl, men hann snýtti hans Jákup Arngrímsson.

07 Vestur vann fyrsta innanhýsis dystin millum liðini, umframt tann í áttandapartsfinaluni í steypakappingini, og var nú á kós móti lyklasigri. Men Skála toldi ikki at tapa hendan dystin og koyrdi á víðari. Í hornaspørkum var samanlagt 16-1 og í skotum 14-4: Eitt flott skot hjá Jóanis á Steig burdi givið 07 Vestur sítt seinna mál, men Hans Jákup stórbjargaði í Skála-málinum. 

Sí meira um dystin her

Tað var annars í tráð við leikgongdina, at Simon Jørgensen javnaði eftir ein tíma. Nummar 11 hjá Skála fekk aftur møguleikan úr ellivu metrum, eftir at bólturin hevði rakt ein arm, sum fór uppfrá hjá 07 Vestur-spælara, sum kastaði seg fyri eitt skot. Eitt brotsspark, sum teir hjá 07 Vestur kanska kundu vísa ónøgdsemi við.

Hoyr eisini:
Schjønberg: - Seinna brotssparkið hjá Skála var ørt
Simon Jørgensen: - Tað kom ikki upp á tal at brenna tvey brotsspørk

[object Object]
Simon Jørgensen fegnast her eftir brotsspark mál móti AB - aftur í dag skoraði vandamikli vongurin úr ellivu metrum, men nummar brendi eisini brotsspark (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Skála helt á at skapa støður, og vóru tað serliga ungu danirnir hjá 07, Sebastian Wille og Oliver Bødker í miðverjini, sum hildu útiliðnum inni. Skála hevur verið ov óhvasst á seinasta triðinginum í ár, og tað sæst í løtum aftur, men í 74. minutti  fekk liðið hjá Paula Poulsen løn fyri stríðið:

Ein langur bóltur varð sendur fram til Markus Isaksen. Flensborg royndi at forða unga Skála-áleyparanum, men sviin datt - og vildi hava fríspark. Markus rann víðari inn í brotsteigin við bóltinum og fann Maxwell Effiom. Fyrrverandi 07 Vestur-áleyparin skuldi bert seta innaru síðuna á, og so var 2-1.

Restina av dystinum var tað nærri 3-1 enn 2-2, og á Skála og rundanum kunnu tey fegnast. Liðið er á 8. plássi eftir annan sigurin á rað móti beinleiðis kappingarneyta í niðaru hálvu. Hjá 07 Vestur er nógv at arbeiða við, nú landsliðssteðgur er. Í longum løtum sást ikki, at talan var um tvey lið við sjey stigum undan dystinum: 

Viðmerkjarin hjá FM1: Skála ÍF vinnur ein fult uppibornan sigur

--------------------------------------------------------

Meistaradeildin 12. umfar
Í dag, fríggjadagin 29. mai
Skála - 07 Vestur 2-1 (0-0)
48' Jonathan Timothy Flensborg 0-1
61' Simon Jørgensen, br. 1-1
74' Mawell Effiom (Markus Isaksen) 2-1

Sí meira um dystin her

Hoyr allar samrøðurnar og metingarnar av Skála á fm1.fo ella á Portalinum

Hinir fýra dystirnir í umfarinum verða spældir í morgin, leygardagin 30. mai - áðrenn og eftir Champions League-finaluna

15.00: HB - Víkingur (FM1)

19.00: 
KÍ - EB/Streymur (Norðoyastevnudystur - FM1)
AB - NSÍ
B68 - B36

FM1 sigur frá í Gundadali og í Klaksvík. Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder