Fótbóltur

Skála vann fyri fyrstu ferð í ár

Skálamenn vunnu í gjár knúsandi 5-0 móti AB, og settu av álvara eld í botnstríðið aftur. KÍ var aftanfyri móti NSÍ, men endaði við at fara avstað við øllum.

Uros hevur fingið gongd á málskjótingina á Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Uros hevur fingið gongd á málskjótingina á Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-06-30 11:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir dystir vóru í gjár avgreiddir í 15. umfari í Betri deildini hjá monnum. Hetta er seinasta umfar áðrenn summarsteðgin, og áðrenn nøkur av feløgunum skulu royna seg í Evropa.

KÍ fekk ein hvøkk tá NSÍ legði seg á odda 2-1 í dystinum, og ikki fyrr enn í evstu løtu hálaðu klaksvíkingar øll stigini í hús. KÍ vann dystin 4-2.

Á Skála tók botnliðið ímóti argjamonnum, sum hava havt tað buldrasligt seinastu tíðina. Skálamenn fingu ikki bara sín fyrsta sigur, men teir hølvaðu AB av, og vunnu 5-0.

Skálamenn kunnu eisini fengast um at Uros Stojanov kom á máltalvuna tvær ferðir. Um gongd er komin á málrevin, kann hetta tryggja fleiri stig til Skála.

Spenningur er tískil framvegis í botninum. Skála kemur við tí upp á átta stig, og eru tí bara fýra stig frá niðurflytingarstrikuni.

KÍ ger sítt fyri at halda munin niður til Víking, sum nú við einum dysti færri liggur níggju stig aftanfyri klaksvíkingar. 

Í annaðkvøld verður aftur spælt í Betri deildini hjá monnum. Víkingur tekur ímóti B36. Leygardagin verða seinastu dystirnir fyri summarsteðgin. HB er á vitjan á Toftum, og 07 Vestur og EB/Streymur bresta saman í Sørvági.

KÍ - NSÍ 4-2 (1-1)
17’ Jóannes Bjartalíð 1-0
34’ Atli Djurhuus Petersen 1-1
62’ Atli Djurhuus Petersen 1-2
72’ Valerijs Sabala 2-2
91’ Valerijs Sabala 3-2
93’ Árni Frederiksberg 4-2

Skála - AB 5-0 (2-0)
10’ Poul Kallsberg 1-0
39’ Uros Stojanov 2-0
56’ Steinbjørn Olsen 3-0
74’ Uros Stojanov 4-0
83’ Jan Ingason Hansen 5-0

Víkingur-HB (Fríggjadagin kl. 19)
B68-HB (Leygardagin kl. 15)
07 Vestur - EB/Streymur (Leygardagin kl. 16)

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 43 stig*
2. Víkingur 34 stig
3. HB 25 stig
4. B36 22 stig
5. EB/Streymur 20 stig
6. AB 16 stig*
7. NSÍ 15 stig*
8. 07 Vestur 12 stig
9. B68 11 stig
10. Skála 8 stig*

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder