Tveir teir fyrstu dystirnir í 7. umfari í Betrideildini eru fyri løtu síðani lidnir. TB var á torførari uppgávu hjá oddaliðnum í Klaksvík, og Skála skuldi royna at halda HB aftanfyri seg. Tað endaði við, at KÍ gav tvørámonnum ein sekk, og HB tapti enn eitt týðandi fet, tá Skála sendi eitt signal við 2-0 sigri í Gundadali.
KÍ avgjørdi dystin fyrstu tjúgu minuttirnar við Djúpumýru. TB tapti 5-1 á Skála í fjórðingsfinaluni mánadagin og kom skjótt í trupulleikar móti vælupplagda oddaliðnum í dag. Jóannes Bjartalíð leðgi seg einsamallan á odda á toppskjúttalistanum við tveimum brotsspørkum. Tvørámaðurin Patrik Johanessen skoraði eisini eitt brotsspark, og tað var hansara fyrsta mál í Betrideildini fyri KÍ. Deni Pavlovic skoraði ímóti liðnum hjá pápa sínum, og Darius Lewis setti punktum fyri málveistluna, og tað var triðji dysturin á rað, at amerikumaðurin skoraði. KÍ heldur fram at vinna og skorar sera nógv mál fyri tíðina.
HB hevur ikki fingið nakra góða byrjan uppá kappingarárið, og vælupplagda Skála-liðið gjørdi trupulleikarnir hjá føroyameistaranum størri í dag. Tað sá út til, at gerast talan um ein málleysan fyrra hálvleik, men so fór Pætur Dam Jacobsen um koll í brotsteignum hjá HB. Ronni Møller Iversen skoraði úr ellivu metrum, og Skála kom eisini betri út til 2. hálvleik. Eftir tveir góðar møguleikar brast fyri nev stutt fyri tíman, og so var brekkan ov tung hjá HB. Heimaliðið royndi tó veruliga, og rakti bæði stongina og yvirleggjaran. Nú er tó nakað upp til oddin hjá liðnum hjá Heimiri Guðjónssyni, meðan liðið hjá Eyðun Klakstein prógvaði nakað í dag.
8.umfar:
KÍ - TB 7-0 (4-0)
11' Jóannes Bjartalíð (br) 0-1
13' Deni Pavlovic 0-2
18' Simen Sandmæl 0-3
34' Patrik Johannesen (br.) 0-4
54' Jóannes Bjartalíð (br.) 0-5
61' Boris Dosljak 0-6
76' Darius Lewis 0-7
HB - Skála 0-2 (0-1)
44' Ronni Møller-Iversen (br.) 0-1
58' Jákup Johansen 0-2
Í morgin (mánadagin 29/4):
19.00: EB/Streymur - ÍF
Týsdagin 30/4:
18.00: AB - Víkingur
19.00: NSÍ - B36
Støðan:
1. KÍ (17 stig) *
2. Skála (15 stig) *
3. B36 (12 stig)
4. Víkingur (10 stig)
5. NSÍ (10 stig)
6. HB (9 stig) *
7. TB (8 stig) *
8. EB/Streymur (6 stig)
9. AB (3 stig)
10. ÍF (1 stig)
* Ein dysti fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald