Talan var um eitt gott vikuskifti hjá teimum flestu føroyingunum í bestu norsku deildini. Nicholas Satchwell var stóra undantakið - málverjin er sjúkur, og niðurflytingin hjá liðið hansara er nærum staðfest. Hetta var tí at "stóra føroyingafelagið" vann botnbrakið í Åsane.
Tað var serliga Bjarni í Selvindi, ið skein. Hóskvøldið varð 21-ára gamli føroyski bakkurin toppskjútti í týðandi sigri hjá Kristiansand. Tá skoraði Bjarni átta mál - í dag var talið av "skálamálum" meira ein tvífaldað. Eitt eitt-tal varð lagd afturat: Bjarni í Selvindi skoraði 18 av teimum 43 málunum hjá Kristiansand í sigrinum á Viking. Álopsspælið var í hásæti, tá Kristiansand vann við fimm málum, og greitt besti spælarin var ungi maðurin, ið skifti úr StÍF síðsta summar.
Sum nevnt, var Satchwell ikki har at verja fyri. Verjan fekk heldur ikki gjørt nakað við nummar 4 hjá Kristiansand, ið gjørdi eftir vild, eins og var tað ein U16-finala, hann spældi.
Bjarni í Selvindi skoraði nógv flott mál og brendi bert eitt skot av hansara 19 í sigrinum. Úrslitið ger, at Kristiansand er seks stig burtur frá beinleiðis niðurflytingarplássinum, nú fimm umfør resta í av grundspælinum í Rema 1000-deildini.
Bjarni hevði 18 mál - ikki 17 sum stendur á almenna yvirlitinum - umframt tvey upplegg. Helgi Hildarson Hoydal gjørdi eisini sítt við at skora fýra mál. Føroyski strikuspælarin brendi einki skot. Tróndur Mikkelsen er darvaður av knæskaða og spælir tí ikki aftur fyrrenn í apríl mánaða.
Bjarni í Selvindi var stóri maðurin og spældi við yvirskoti, tá hann, Helgi Hoydal og hinir hjá Kristiansand vunnu botndystin 43-38 (Mynd: Sverri Egholm)
Tað liggur í løtuni til, at Kristiansand skal spæla upp-og niðurflytingardystir móti liði úr næstbestu deildini. Ein annar føroyingur kann enda í tí sama, men Kjartan Johansen og Bækkelaget hava nú vunnið tveir dystir á rað.
Liðið hevur ikki livað upp til vónirnar í ár, men í gjár vunnu Kjartan og teir við heili 13 málum á Fjellhamar. Liðini vóru annars jøvn í stigum undan dystinum. Føroyski landsliðsbakkurin gjørdi bart við fimm málum og fýra uppleggum, og strandingurin er í góðari gongd.
Við sigrinum er Bækkelaget nú líka sloppið burtur frá triðniðasta plássinum.
26 umfør skulu spælast. Satchwell og Viking liggja greitt til beinleiðis niðurflyting - Kristiansand skal helst spæla play-off dystir, meðan Kjartan og Bækkelaget møguliga sleppa undan tí (Mynd: topphandball.no)
21. umfar í Rema1000-ligaen (bestu norsku deildini) - 26 skulu spælast
Fjellhamer - Bækkelaget 25-38
Kjartan Johansen (B): Fimm mál og fýra upplegg (seks skot)
Viking TIF - Kristiansand Topphåndball 38-43
Bjarni í Selvindi 18 mál og tvey upplegg - Helgi Hildarson Hoydal 4/4
Nicholas Satchwell er raktur av sjúku men verður tøkur til landsliðssavningina, sum byrjar um eina viku. Tróndur Mikkelsen verður ikki við tá, men um alt gongst sum ætlað, verður bakkurin tøkur til HM-undankappingardystirnar í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald