Seinast Svøríki varð heimsmeistari í manshondbólti var í 1999. Tá vunnu sviar 25-24 á Russlandi, ið "Bengan Boys" serliga stríddust við um gullheiðusmerkini kring aldarskifti. Tvey ár seinni vunnu fraklendingar HM-finaluna á heimavølli, og síðani hevur Svøríki ikki verið í einari HM-finalu. Tað eydnaðist tó hjá Wislander, Olsson, Lindgren, Lövgren, Andersson og hinum at vinna EM-finaluna á heimavølli í 2002, og 16 ár seinni stóð liðið aftur í einari finalu um evropameistaraheitið eftir dramatiskan hálvfinalusigur á Danmark. Spania var tó ov sterkt í finaluni.
Nú skal Svøríki aftur spæla í einari HM-finalu og er harvið ein sigur frá at gerast heimsmeistari fyri fimtu ferð. Hetta varð veruleiki eftir sannførandi og óvæntaða sigurin á Fraklandi fríggjakvøldið. Svenska liðið kom til Kairo uttan fleiri av leikarunum, ið hava myndað liðið seinastu árini: Millum teir eru snildu vinstra vongin Niclas Ekberg, vælskjótandi bakkin Kim Ekdahl du Rietz, sterka strikuleikaran Andreas Nielsson, og stinna málverjan Mikkel Appelgren. Venjarin var eisini nýggjur, men norðmaðurin Glenn Solberg hevur stýrt liðnum við hepnari hond, og sviar hava strítt seg víðari móti sterkari mótsstøðu og standa nú yvirfyri grannunum, ið teir taptu ímóti til HM í 2019 men vunnu á í hálvfinaluni í EM 2018.
Mynd: EPA
Danmark vann sannførandi HM á heimavølli fyri tveimum árum síðani - tað var fyrstu ferð, at danir vunnu HM í manshondbólti. Liðiðhesuferð líkjist, men skaddi spælskiparin Rasmus Lauge manglar. Serliga tveir ungir leikarar hava gjørt vart við seg: Mathias Gidsel á høgra bakki og Magnus Saugstrup á strikuni. Báðir spæla í donsku kapingini - Saugstrup skiftir tó Aalborg út við Magdeburg í summar. Óvist er, um Jóhan Hansen verður við í dystarhópinum. Tað hevur føroyingurin ikki verið til tveir teir seinastu dystirnar, og tað var høgri vongurin heldur ikki til HM-finaluna í Herning fyri tveimum árum síðani.
Jóhan á Plógv Hansen (Mynd: Sverri Egholm)
Nógv hjá Svøríki hongur á Jim Gottfridson (Mynd: EPA)
Í hálvfinaluni móti Spania koyrdi álopsspælið við Mikkel Hansen á odda sera væl, og í málinum hevði Niklas Landin nakrar bjargingar í heimsflokki í 2. hálvleiki. Danir vunnu við tveimum og hesar báðar heimsstjørnurnar verða sera týðandi í dag. Hjá Svøríki eru tað serliga bakspælarin Jim Gottfridsson og Andreas Palicka, ið eru lyklaleikararnir. Vinstri vongurin Hampus Wanne er nummar fýra á toppskjútalistanum í kappingini, og fleiri serfrøðingar meta, at Max Darj hevur verið besti verjuleikari í kappingini.
Miðalaldurin á svenska liðnum er tvey ár lægri enn tann á danska liðnum: 26.3 ár í mun til 28,5 ár. Spurningurin er, um royndirnar hjá Nikolaj Jakobsen og hansara monnum, umframt mongu dygdirnar, ikki fer at gera munin. Hetta er fyrstu ferð, at grannarnir dystast beinleiðis um gull. Fyrsta bríksl í egyptska høvuðsstaðnum verður klokkan 16.30. Finalan kann síggjast á TV2/TV2 Play og DR1. Í løtuni er dysturin um bronsuna millum Frakland og Spania í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald