Í gjárkvøldið var eitt heldur óvanligt fótbóltskvøld í sponskum fótbólti: Tvey tey størstu liðini vóru fyri ósigrum, og harvið taptu allir fýra favorittarnir í fjórðingsfinalunum í Copa del Rey.
Í langa tíð hava uppgerðirnar í sponsku steypakappingini, undantikið finalan, verið avgjørdar yvir tveir dystir. Soleiðis er ikki longur, og hetta gevur greitt størri møguleika fyri steypaskelkum.
Tað kom einki mál í Bilbao í 92 minuttir. Lionel Messi, ið tykist at vera sera ónøgdur við støðuna í Barcelona fyri tíðina, brendi ein stóran møguleika í yvirtíðina. Ístaðin fyri at liðið ið hevur verið í seks steypafinalum á rað og í átta útav teimum seinastu níggju kom víðari, gjørdi Sergio Busquets sjálvmál, og so var stórur fagnaður í Baskaralandinum. Tað er ikki heilt óvanligt, at Barcelona hevur tað tað trupult í Bilbao, men kortini var hetta ikki beinleiðis væntað, og tað ger ikki spentu støðuna í felagnum betri
Alexander Isak byrjaði inni móti Føroyum á Tórsvølli í september og skoraði til 1-0 og 2-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hitt stóra liðið úr økinum, Real Sociedad, skoraði fýra ferðir á Santiago Bernabeu. Martin Ødegaard, ið er leigaður út fra Real Madrid, legði útiliðið á odda. Innanfyri tríggjar minuttir í 2. hálvleiki skoraði ein annar leikari ið spældi á Tórsvølli í fjør í spanska høvuðsstaðnum. Aleksander Isak økti til 2-0 og 3-0 og svenska stórtalentið legði upp til 4-1 málið. Heimaliðið stríddist fyri at koma aftur í dystin, men tað var ov seint hjá monnunum hjá Zidane, ið nú, eins og Barcelona, skulu hugsavna seg La Liga og Champions League.
Tveir teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir mikukvøldið. Valencia koppaði í fjør Barcelona í finaluni og steðgaði harvið fýra-ára sigursrøðini hjá katalanska liðnum í kappingini. Uppgávan á útivølli móti Granada í fjórðingsfinaluni var ikki løtt á pappírinum, og málini hjá fyrrverandi Valenica-áleyaranum Roberto Soldado vóru nóg mikið hjá Granada. Hitt liðið úr Castellón leikti móti Mirandes úr næstbestu deildini. Tað gekk tó ikki hjá Villareal, og harvið fullu allir favorittarnir.
Fjórðingsfinalur í Copa del Rey:
Hóskvøldið 6/2:
Athletic Club de Bilbao - FC Barcelona 1-0 (0-0)
Real Madrid - Real Sociedad 3-4 (0-1)
Mikukvøldið 5/2:
Mirandes - Villareal 4-2 (2-1)
Granada - Valencia 2-1 (1-1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald