Ein triðingur er farin av Meistaradeildini hjá monnum, og fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hava júst verið.
Har er nógv at hyggja eftir, og tað fara "dreingirnir úr Skiftirúminum" at gera saman við Trygva Absalonsen á FM1 í dag.
Heðin Arge og John Andersen hava skemtiligu sendingini í Televarpinum, og klokkan 17.15 flyta teir inn í rásarúm okkara í Miðlon.
Hetta í sendingini Fótbóltsskýlið, har Heðin og John fara at meta, gita og flenna.
Lurta eftir sendingini á fm1.fo ella á frekvensunum kring landið
Sendingin kemur eisini út á FM1 og Portalin seinni.
Hoyr sendingina við teimum í Skiftirúminum frá áðrenn kappingarbyrjan her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald