16. september byrjar nýggja HM-undankappingin hjá A-landsliðnum við kvinnum. Føroyar taka í fyrsta dystinum ímóti heimsstjørnunum úr Spania, og í hesum sambandi skipar Fótbóltssambandið fyri stórum fjepparatiltaki.
Byrjað verður á Niðara vølli í Gundadali, har møguleiki verður at royna seg í ymiskum stuttligum fótbóltsspølum, áðrenn farið verður yvir á Tórsvøll til ein familjuvinarligan døgurða frá køkinum á Hotel Brandan, andlitsmáling og dyst.
Fótbóltssambandið samskipar bussflutning til og úr Havn fyri tey, sum hava tørv á tí.
Skráin fyri fjepparatiltakið
Kl. 15.00 – 17.15: Ymisk spøl á Niðara vølli
Kl. 17.00 – 18.00: Matur, andlitsmáling o.a. á eystaru langsíðu á Tórsvølli
Kl. 18.00: Føroyar – Spania
Tilboðið er til øll barna- og ungdómslið, men til ber eisini hjá eitt nú skúlaflokkum og vinarbólkum at tilmelda seg. Freistin at melda seg til er í annaðkvøld, 12. september á midnátt.
Meira um tiltakið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald