Fótbóltur

Skipa fyri stórari upphiting í Klaksvík fríggjadagin

Hetta í samband við at føroyska U21-landsliðið spælir við Djúpumýru. Byrjað verður klokkan 16 á Akursmørk við m.a spølum, tónleiki, mati og andlitsmáling.

Áki Samuelsen í dysti móti Serbia í Klaksvík í fjør. Hann er ein av spælarunum, sum er við aftur í ár, og sum vónandi kann njóta gott av góðum stuðli av áskoðaraplássunum (Mynd: Sverri Egholm)

Áki Samuelsen í dysti móti Serbia í Klaksvík í fjør. Hann er ein av spælarunum, sum er við aftur í ár, og sum vónandi kann njóta gott av góðum stuðli av áskoðaraplássunum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-13 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ársins fyrsti landsdystur á heimavølli verður fríggjakvøldið klokkan 18, tá U21 landsliðini hjá Føroyum og Andorra bresta saman við Djúpumýru í 1. umfar í undankappingini til EM 2025. 

Talan er um fyrsta dystin, síðan Eyðun Klakstein um ársskiftið tók við sum høvuðsvenjari, og í Klaksvík verður nógv gjørt burturúr fyri at skapa eitt gott huglag til dystin. Hetta veður triðju ferð, at U21-landsliðið hevur heimavøll í Klaksvík. Í 2021 spældu Føroyar og Norðurmakedónia 1-1 við Djúpumýru, og sama úrslit varð, tá Serbia vitjaði á sumri í fjør.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at Skansin, Bláa Bylgjan og KÍ skipa fyri stórari upphiting á Akursmørk millum klokkan 16 og 17.30, har nógv spennandi er á skránni.

- Møguleiki verður eitt nú at royna ymisk fótbóltsspøl og hoppiborgir, umframt at andlitsmáling og tónleikur eisini er á skránni. Til ber eisini at vinna eina landsliðsblusu, spælarar frá kvinnulandsliðnum koma at skriva autografar, og harafturat vera grillpylsir, breyð og sunkist til øll.

Hetta er á øki mitt í býnum - skamt frá Djúpumýru - og har teltøkið á Summar Festivalinum plagar at vera.

FSF kunnar um, at tiltakið er ókeypis og endar klokkan 17.30, soleiðis at øll kunnu seta seg til rættis við Djúpumýru áðrenn dystarbyrjan klokkan.

Atgongumerki til dystin fáast til keyps her. 

Les eisini: Samuel er skaddur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder