2022-03-29 22:11
Umhvørvisstovan veitti í gjár umhvørvisgóðkenning til skjótibreytina hjá Klaksvíkar kommunu.
Skjótibreytin skal staðsetast á Bumshamri norðanfyri fyrrverandi tyrvingarplássið hjá IRF. Kommunan eigur lendið og fer at gera breytina, og Klaksvíkar Skjótifelag fer at reka breytina.
Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til eitt nú rakstur og óljóð, skrivar Umhvørvisstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald