Fótbóltur

Skoraðu tvey mál á útivølli fyri fyrstu ferð í yvir fimm ár

Seinast føroyingar kundu fegnast um tvey mál í útidysti, var síðst A-landslið vann á útivølli - í 2-0 sigrinum í Riga í 2016. Liðið skorar næstan hvøjaferð úti undir Håkani Ericson, og Sølvi Vatnahamar skoraði sítt fyrsta undankappingarmál í kvøld.

Sølvi Vatnhamar í Parkini fríggjakvøldið - í kvøld eydnaðist honum at skora fyri Føroyar í undankappingardysti (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar í Parkini fríggjakvøldið - í kvøld eydnaðist honum at skora fyri Føroyar í undankappingardysti (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-15 23:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Klæmint Andrasson Olsen javnaði til 2-2 í Nethanya, skrivaði áleyparin seg inn í søgubøkurnar. Talan var um tíggjunda landsliðsmálið hjá 31-ára gamla áleyparanum, ið hevur skorað øll uppá tvey og eitt hálvt ár - í 22 dystum. Hann og Rógvi Jacobsen, ið spældi níggju dystir fleiri, enn Klæmint hevur spælt samanlagt higartil (44) eru nú javnsettir toppskjúttar í landsliðshøpi.

Les eisini: Klæmint hevur javnað málmetið á landsliðnum

Góða málið, har Jóan Símun Edmundsson og René Shaki Joensen eisini átti sín góða part, var eisini serstakt, við tí at tað var nummar tvey á degnum hjá Føroyum. Tað leiddi tíverri ikki til stig, men hetta er fyrstu ferð síðani 7. oktober 2016,  at føroyska A-landsliðið hjá monnum skorar meira enn eitt mál í einum útidysti.

[object Object]
Håkan Ericson í Parkini, har tað eisini eydnaðust Føroyum at skora - í 80 prosent av útidystunum undir hansara leiðslu er tað eydnast (Mynd: Sverri Egholm)

Tá var tað Jóan Símun, ið kaldliga økti til 2-0 eftir frálíkt upplegg frá Halli Hanssyni. Sonni Ragnar Nattestad skoraði til 1-0 í dystinum í Riga. Føroyar vunnu 2-0 á Lettlandi hendan dagin. Tjúgu útidystur eru samanlagt farnir afturum síðani, har eitt mál er skotið í meginpartinum. Tað er eingin útivallarsigur komin í hús í undankappingardysti síðani kvøldið í Riga - tó vunnu Føroyar 1-0 í Andorra í Nations League í fjør.

Tað er ógvuliga óvanligt hjá Føroyum at skora meira enn eitt mál í einum útdysti, men tað er heilt vanligt hjá Føroyum undir Håkani Ericson og toyminum at skora á útivølli. Tað hevur liðið gjørt í átta út av tíggju dystum síðani júst dystin í Andorra. Tað er bara í venjingardystinum í Herning í oktober í fjør, og á Hampden Park í Glasgow í mars, at liðið hjá Håkani ikki hevur funnið málið, tá spælt hevur verið uttanfyri Føroyar.

Sí yvirlit yvir allar dystirnar her

Sølvi fyri fyrstu ferð

Hann var 27-ára gamal, tá hann fyri fyrstu ferð spældi á landsliðnum. Árið eftir gjørdist Sølvi Vatnhamar fastur maður, og nú 35-ára gamli leirvíkingurin spældi í kvøld sín landsdyst nummar 55. Har skoraði Sølvi, tá hann trillaði bóltin í eitt tómt mál til 2-1, eftir skotroynd frá Brandi Hendrikssyni og upplegg frá Klæminti Olsen. 

Miðvallarin við teimum mongu góðu eginleikunum skoraði í venjingardysti móti Liktinstein á Marbella í 2016. Í kvøld skoraði Sølvi fyri fyrstu ferð í undankappingardysti. 

Tøl: FaroeSoccer og FSF

---------------------------------

HM-undankappingarbólkur F - 10. og síðsta umfar  
Nethanya, Ísrael - 15.11.2021
Ísrael - Føroyar 3-2 (1-0)
30' Munas Dabbur (br.) 1-0
58' Shonn Weissman 2-0
62' Sølvi Vatnhamar 2-1 (Klæmint Andrasson Olsen)
72' Klæmint Andrasson Olsen 2-2
75' Dor Peretz 3-2

Les eisini: Vendu 0-2 til 2-2 - helt bert í tveir minuttir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder