At fleiri hundrað skotskir áskoðarar verða til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Skotland á Tórsvølli klokkan 19:45, sæst longu aftur í høvuðsstaðnum.
Tey, sum hava havt ørindi í miðbýarøkinum í Havn hava uttan iva lagt merki til fólk í kilti og kanska fingið eyga á onkra sekkjapípu.
Á endavegginum á Essabarr sæst eitt stórt skotskt flagg, og uttanfyri síggjast fleiri skotar í góðum lag práta sína millum.
Skotska fjepparafelagið Tartan Army hevur ymiskt virksemi í Havnini í morgin. Klokkan 13 fer felagið at handa Javna eina peningagávu til at betra um umstøðurnar fyri rørslutarnað í Grasagarði. Klokkan 14 verður stuðulsdystur millum føroyska fjepparafelagið Skansan og Tartan Army á Ovara vølli.
Sum skilst eru áleið 500 atgongumerki til dystin í annaðkvøld eru seld til skotskar fjepparar.
Føroyar - Skotland (12. oktober kl. 19:45) - Tórsvøllur
Sí eisini:
Video: Ári Mohr Jónsson: - Havi ferð og renniorku - skal verða meira bólttryggur og kyniskur
Håkan: - Skulu hava bóltin meira og flyta hann betri
Video: - Skulu koyra við fullari skrúðu í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald