Fótbóltur

Skotskur stórsigur í Glasgow - Føroyar fingu fyrsta málið í undankappingini

Heilt sum væntað gjørdist talan um eitt tungt kvøld hjá føroyska liðnum á stóra leikvøllinum í størsta skotska býnum. Ljóspunktið í seks-máls tapinum var heilt greitt málið hjá Mariu Biskopstø.

Átta mál komu í Glasgow - eitt av teimum kundu tær føroysku fegnast um (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Átta mál komu í Glasgow - eitt av teimum kundu tær føroysku fegnast um (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2021-09-21 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meginparturin av leikarunum á skotska liðnum spæla til dagliga í bestu ensku deildini - aðrar spæla við skotskum stórfeløgum ella til dømis AC Milan. Føroyar taptu samanlagt 2-16 móti Skotlandi í teimum báðum innanhýsis dystunum í undankappingini til HM 2015. Harvið fór tað helst bert at verða ein spurningur um tíð, áðrenn Skotland fór at fáa hol á, á stóra og søguliga Hampden Park.

Tað stóð 0-0 á máltalvuni í Glasgow í 18 minuttir, har liðið hjá Lene Terp vardi væl fyri. Men so fekk Skotland tvey mál uppá tveir minuttir - fyrst við langskoti og síðani eftir innlegg til aftaru stong, ið varð stútað framvið Óluvu Allansdóttir Joensen. Nakrar minuttir seinni var skotska uppskriftin tann sama, og málskjúttin tann sama: Chloe Artur úr Aston Villa.

Skotland fekk eitt mál afturat áðrenn hálvleik, og tað líktist einum keðiligum føroyskum skrædli. Men byrjanin í 2. hálvleiki var sera góð, og málið hjá Føroyum var flott. Vælleikt álop endaði við horna í høgru. Tað sendi liðskiparin Ásla Johannesen hart innfyri, og í fremsta økinum var Maria Biskopstø skjótari til bóltin enn tveir skotskir verjuleikarar, og 19-ára gamli álopsleikarin úr Klaksvík stútaði bóltin væl í málið til 4-1, og so var føroyskur fagnaður. Maria hevur bert spælt í bestu føroysku deildini í beint yvir fýra mánaðir, og hetta var landsdystur nummar tvey hjá sterka rennaranum.

[object Object]
Maria kemur væl til bóltin, stútar...

[object Object]

Skotski málverjin ongan møguleika, og føroyski fagnaðurin kann byrja...

[object Object]
Maria hevur í ár fyri fyrstu ferð roynt seg í evropeiskum dysti - við KÍ - og fekk eitt mál á stórum palli fyrstu ferð hon var avstað við landsliðnum

[object Object]
(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Les eisini: Maria hevur skorað sítt fyrsta landsliðsmál


Skotland royndi beinanvegin at svara aftur, og føroyska liðið kom aftur undir stórt trýst. Innskifta Marta Thomas úr Manchester United økti, tá beint yvir ein tími var leiktur. Síðani gingur tjúgu minuttir, har tað ikki hendi tað stóra, og har Føroyar fingu staðið væl ímóti Skotlandi - tó uttan at hótta aftur. Enn ein innskiftur leikari, Jenna Clark, fekk økt, áðrenn Claire Emslie úr Everton setti punktum við flottum frísparki næstan beint uttanfyri brotssteigin.

Enn eitt stórtap, men fleiri lovandi taktir hjá føroyska liðnum í mun til Spania, ið eisini spældi skjótari enn Skotland, sum var sterkt í millum annað innlegsspælinum. Ukraina og Ungarn eru nakað undir støði hjá Skotlandi og serliga Spania, so lagt er upp til, at tað gerast heldur tættari dystir í oktober - Ukraina tekur ímóti 20. oktober, og seks dagar seinni vitjar Ungarn á Tórsvølli. At fáa eitt mál í kvøld kann fáa stóran sálarligan týdning fyri liðið. Í síðstu undankapping kom einasta málið ikki fyrrenn í seinasta dystinum, sum var í Belfast 1. desember. 


HM-undankappingarbólkur 2
Hampden Park, Glasgow 21.09
Skotland - Føroyar 7-2 (1-5) - 62 minuttir leiktir
19' Erin Cuthbert 1-0
21' Chloe Artur 2-0
27' Chloe Artur 3-0
39' Christy Grimshaw 4-0
49' Maria Biskopstø (Ásla Johannesen) 4-1
62' Marta Thomas 5-1
81' Jenna Clark 6-1
84' Claire Emslie 7-1

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen - Maria á Lakjuni, Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen (L) - Heidi Sevdal, Olga Kristina Hansen, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Julia Naomi Mortensen - Maria Biskopstø

Hesar komu inn í 2. hálvleiki: Durita Hummeland (fyri málskjúttan eftir ein tíma), Tóra Mohr og Tórunn Højgaard Joensen, sum móti endanum kom inn til sín fyrsta A-landsdyst.  

Eisini í kvøld: Ungarn - Spania 0-7

Støðan í bólkinum:
Spania 6 stig (+17)
Skotland 6 stig (+8)
Ukraina 0 stig (0) *
Ungarn 0 stig (-9)
Føroyar 0 stig (-16)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder