Skotland var sum væntað greitt omaná í 1. hálvleiki, men Føroyar komu væl út til 2. hálvleik og eftir vælleikt álop fingu okkara hornaspark.
Tað sendi liðskiparin Ásla Johannesen hart og væl inn fyri, og við fremru stong var Maria Biskopstø til reiðar, og 19-ára gamli áleyparin stýrdi bóltinum væl í málið.
Maria er mest kend innan renning, og klaksvíkingurin hevur millum annað fleiri DM-heiti og met, føroysk met og góð úrslit á Oyggjaleikum.
Maria hevur gjørt vart við seg á breytini í fleiri ár - her á Oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hon dugir eisini á graslíki og við einum bólti, og Maria hevur fingið týðandi leiklut hjá oddaliðnum í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Hon hevur spælt 13 dystir fyri besta liðið hjá KÍ - tann fyrsti á hægsta støði í Føroyum var í 5. mai. Í hesum dystunum hevur Maria Biskopstø gjørt vart við seg við millum annað sjey málum, einari øðiligari ferð, styrki og góðum "innstinkti". Hetta hevur havt landsliðsúttøku við sær, og Maria spældi sín frysta landsdyst hóskvøldið.
Føroyar eru komin væl frá 2. hálvleiki higartil, hóast Skotland hevur skorað aftur.
Maria møtti harða innlegginum frá Áslu Johannesen heilt væl við fremru stong, og so var føroyskur fagnaður (Myndir: Bjarni Enghamar/FSF)
HM-undankappingarbólkur 2
Hampden Park, Glasgow 21.09
Skotland - Føroyar (1-5) - 62 minuttir leiktir
19' Erin Cuthbert 1-0
21' Chloe Artur 2-0
27' Chloe Artur 3-0
39' Christy Grimshaw 4-0
49' Maria Biskopstø (Ásla Johannesen) 4-1
62' Marta Thomas 5-1
Fylg við gongdini á forsíðu okkara
Til ber at síggja dystin á kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald