Fótbóltur

Skráin fyri Betri Deildina hjá kvinnum er løgd

Frá fyrst í mars til seinast í september skulu tey seks liðini dystast yvir 20 umfør.

EBS/Skála og HB bresta saman í 2. umfari
(Mynd: Sverri Egholm)

EBS/Skála og HB bresta saman í 2. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-02 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein stóran mánað fara landskappingarnar í gongd aftur. Betrideildin hjá kvinum og monnum og 1. deild hjá monnum verða allar sparkaðar í gongd næsta vikuskifti í mars.

Endaliga skráin hjá kvinnum er nú til reiðar. Tey seks liðini spæla fýra ferðir ímóti hvør øðrum, og kappingin koyrir til seinast í september. Fyrsti stórdysturin verður í 2. umfari, tá HB er á vitjan hjá greipuvinnarunum seinastu tvey árini. Í seinasta umfari tekur HB ímóti KÍ, og hetta kann gerast ein heilt avgerandi dystir.

Kappingin fer í summarfrí eftir 13. umfar, ið verður leikt 22. juni. Stóran mánað seinni, 25. juli, verður byrjað aftur. 7-13 august luttekur EBS/Skála í Champions League, og ímillum 1. og 17. august er tískil steðgur í Betrideildini. 

Sí alla skránna her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder